Í desembur hevur Frelsunarherurin innsamlingartiltak við jólagrýtuni.
Fyri mong leggur hetta upp til at koma í jólahýr - fyri onnur merkir tað matur, heit klæði og virðing.
Søgan um Jólagrýtuna
Í 1891 var fíggjarkreppa í USA. Ruth og Joe McFee vóru leiðarar í samkomuni hjá Frelsunarherinum, sum lá í fátæksta býarpartinum í San Fransisco. Tey høvdu eitt brennandi ynski, um at hjálpa øllum teimum svongu, sjúku og arbeiðsleysu, sum tey vóru um hvønn dag. Tey avgjørdu at skipa fyri jóladøgurða, men hvussu skuldu tey fíggja tiltakið?
Joe kom í tankar um, at hann við eitt vegamót hevði sæð eina grýtu til innsamling til vælgerandi endamál. McFee setti eina stóra grýtu á farstøðina við ferjuleguna, har nógv fólk ferðaðust millum bústað og arbeiði hvønn dag. Á eina plakat skrivaði hann:" Haldið grýtuna heita".
Sum mánaðin leið, samlaðu tey somikið av peningi, at tey kundu borðreiða jóladøgurða fyri 1.400 menniskjum. Nú, fleiri enn 100 ár seinni at jólagrýtan sá dagsins ljós, er hon at síggja allastaðni kring heimin, har Frelsunarherurin hevur virksemi.
Jólagrýtan í Føroyum
Í Tórshavn stendur jólagrýtan frammi í SMS 9.-10. og 16.-23. desembur.
Peningurin, ið kemur í grýtuna, fer til at hjálpa menniskjum alt árið og eisini til jóla. Tað verdur brúkt til at keypa mat inn, klæði og annað, ið fólk hava fyri neyðini.
- Flest øll hava tað gott í Føroyum, men hjá teimum, id stríðast við at fáa endarnar at røkka saman, økist pínan og sosialu avleiðingarnar av at mangla tað, ið tey flestu halda er sjálvfylgja, at øll eiga og hava. Hetta merkja vit í Frelsunarherinum, skriva tey í tíðindaskrivi.
Tað eru lutvíst nógv menniskju, ið fáa hjálp frá Frelsunarherinum, nógv fleiri enn fólk kanska geva sær far um. Aftaná føstu útreidslurnar, vænta serliga barnafamiljum, «tað lítla eyka" fyri at sleppa undan at skula hugsa um fíggjarætlan alla tíðina. Til dømis til jóla, har flestu okkara taka fyri givið, at man hevur pening til góðan mat og jólagávur.
Í 2015 góvu Føroyingar 102.000 krónur í jólagrýtuna, og tí var tað møguligt hjá Frelsunarherinum at veita jólahjálp til fleiri enn 100 menniskju.
- Eisini á henda hátt halda vit í Frelsunarherinum, at veruleikin fyri fleiri kann batna. Havandi hetta í huga, at hitin frá grýtuni kann gera tað, at kuldin, hjá teimum, ið stríðast, víkir og frostið bránar, skrivar hjálparfelagsskapurin.