Føroya Banki bjóðar nú kundum ráðgeving í, hvar teir kunnu gera etiskar íløgur Hetta verður gjørt í samstarvi við danska íløgufelagið Bankinvest Global Equities
Føroysku fjølmiðlarnir hava í seinastuni varpað nógv ljós á, um føroyskar fyritøkur gera íløgur, ið kunnu metast at vera etiskt forsvarligar. Eitt nú íløgur í vápnaídnaðin ella fyritøkur, sum ikki virða mannarættindi, verða ikki mettar at vera etiskt í lagi.
Trupult kann vera at vita, nær ein íløga er etiskt í lagi, og tí er Føroya Banki nú farin at ráðgeva um etiskar íløgur. Ráðgevingin verður veitt í samstarvi við danska íløgufelagið Bankinvest Global Equities, Ethical Screening. Hendan íløgudeildin hjá Bankinvest setir saman partabrævaíløguna á ein sosialt ábyrgdarfullan hátt.
Fyritøkurnar, sum íløgur verða gjørdar í, skulu sum útgangstøði uppfylla tær 10 meginreglurnar í ST-viðtøkuni Global Compact, sum miðar eftir at fremja eitt nú mannarættindi, forsvarlig arbeiðsviðurskifti og burðardygt umhvørvi.
Sambært ST-viðtøkuni eiga íløgur ikki at verða gjørdar í fyritøkur, um meiri enn 10 prosent av umsetninginum stava frá framleiðslu av tubakki, alkoholi, spælvirksemi, vápnaframleiðslu ella vápnasølu. Fyritøkur, har fleiri enn trý prosent av umsetninginum stava frá pornoídnaðinum, verða eisini valdar frá.