Fyrrverandi norski forsætisráðharrin Jens Stoltenberg og heimsins ríkasti maður, Bill Gates, hava eitt felags áhugamál, og tað er at hjálpa børnum í menningarlondunum ímóti ymsum sjúkum.
Jens Stoltenberg er nevndarlimur í altjóða heilivágsverkætlanini GAVI, sum Bill Gates hevur stuðlað við fimm milliardum krónum. Sambært ST hevur arbeiðið hjá GAVI gjørt stóran mun, og mett verður, at heilivágsverkætlanin hevur bjargað umleið 500.000 børnum í fleiri londum. Eitt nú hava tey fingið heilivág ímóti meslingum og stívkrampa.
Jens Stoltenberg hevur verið í fleiri londum og roynt at savna meiri pengar til heilivág. USA er tað landið í Vesturheiminum, sum letur mest, og á øðrum plássi er Noreg, sum letur GAVI 300 milliónir krónur um árið.