Hjálpa børnum, ið missa foreldur við deyða

Anna S. Dalsgaard og Jóngerð Poulsen skipa hóskvøldið fyri fundi, ætlaður børnum, ið mist hava foreldur við deyða

Hóskvøldið kl 19 hava Anna S. Dalsgaard, lærari, og Jóngerð Poulsen, heilsusyst, kunnandi fund í Eysturskúlanum í Havn. Fundurin er ætlaður børnum, sum hava mist foreldur við deyða og avvarðandi teirra, og er um stovnan av sjálvhjálparbólki ella bólkum. Aldurin hugsað verður um, er frá 2. flokki til umleið 17 ár.
Í dagliga arbeiðið sínum koma Anna S. Dalsgaard og Jóngerð Poulsen javnan í samband við børn, sum hava mist foreldur við deyða. Tað veri seg við sjúku ella av vanlukku, á landi ella á sjógvi.
? Vit hava mangan ynskt at hava møguleika at vísa hesum børnum til onkra hjálp, siga tær báðar.
Hetta hevur víst seg at vera sera trupult, og hava tær tí sjálvar gjørt av at fara undir eina verkætlan, ið tær kalla »Sjálvhjálparbólkur fyri børn, sum hava mist foreldur við deyða«.
Í løtuni er einki tilboð av hesum slag í Føroyum, og royndir aðrastaðni, eitt nú í Danmark, hava víst, at hetta er ein sera góður máti at fáa arbeitt við sorgini. Familjan er hart rakt og er í sorg, tó at sorgin er ymisk alt eftir, hvørja relatión persónurin hevði til tann deyða.
? Hetta er sera kensluborið og barnið lærur skjótt at sýna fyrilit til hini avvarðandi. Hetta førir ofta við sær, at barnið ongan hevur at tosa við um sínar innastu kenslur, siga tær báðar.
? Vinfólk eru góð og kunnu geva góðan stuðul, men um tey ikki hava roynt at standa í somu støðu, er torført, fyri ikki at siga ógjørligt, hjá teimum at seta seg inn í kenslurnar hjá barninum, ið hevur mist. Børnini kenna seg sera einsamøll, siga Anna S. Dalsgaard og Jóngerð Poulsen.
Ein sjálvhjálparbólkur kann lætta um. Børnini hava øll mist foreldur og kenna sorgina á egnum kroppi. Í bólkinum sleppa tey t. d. undan at rættvísgera, at tey framvegis eru kedd, sorgarbundin, ill, tíma ikki at rokna, orka ikki sínar vinir beint nú o.s.fr. tí, hini vita hví, og kenna tað kanska partvís soleiðis sjálvi. Børnini kunnu tosa um ræðsluna fyri at hitt foreldrið eisini doyr, tí tann óttan hava flest øll, sum hava mist. Hetta kann vera sera torført at tosa við tann eftirsitandi um. Allar hesar kenslur sleppa tí kanska at sita har sum ein knútur, sum forðar barninum í at liva eitt »barnalív« aftur.
Anna og Jóngerð siga, at fólk annars sjálvi skulu gera av, hvussu hendan tilgongdin annars skal verða. Tær eru at hittaa á telefon: Jóngerð 316419/227074. Anna 319552.