Sonni Jacobsen
Sørvági
Seinastu dagarnar hevur verið nógv frammi um hjálp føroyinga - ella heldur - væntandi hjálp føroyinga til umheimin - tá verður sjálvandi hugsa um hjálp til fátæk lond. Eg havi verið millum teirra, sum hava hildið, at okkara hjálp til neyðstødd fólk er alt ov lítil. Seinasta ár var hon smb. almennum upplýsingum, 300.000 kr. Samanberandi kunnu vita siga, at fyri eitt land sum Føroyar svarar hetta nøkulunda til, tá ein gevur einum smábarni eina fimmkrónu.
Hetta er tað vit alt í alt unna einum svøltandi heimi í eitt heilt ár!
Tíverri er hetta orðaskiftið fari av sporinum seinastu dagarnar, nú øll onnur mál hava verið hongd upp í hetta mál. Um vit ikki gera dit og dat í Føroyum - ja, so skulu vit heldur ikki geva neyðhjálp! Eg havi alla virðing fyri teimum, sum stríðast fyri sínum seráhugamálum - tað er gott at vit hava slík fólk - slíkar eldsálir - og tey eiga alt rós uppiborið. Trupulleikin er bara tann, at fólk, sum stríðast fyri ávísari søk hava lyndi at fáa tað vit rópa ?tunnilssjón?, t.v.s. tey síggja alt frá sjónarmiðinum, sum viðkemur teirra sermáli og gloyma ella yvirsíggja heildina. Eg eri vitandi um, at nógvir føroyingar eru við í hjálpararbeiði - takk fái Gud fyri tað! Men almennu Føroyar skulu eisini hjálpa!
Eitt er vist, skulu vit bíða við at geva neyðhjálp til alt er vorði perfekt heima hjá okkum sjálvum, til øll liva í sús og dús, til tunnil er til hvørja oyggj og til hvørja bygd, og til øll eru so rík, at eingin veit, hvat hann ella hon skulu gera við pengarnar og allan vælstandin - til vit hava nátt tí utopiska samfelagnum - ja, so fara vit ongantíð at veita neyðhjálp.
Ein politikari er settur til at síggja myndina í stórum perspektivi, t.v.s. at taka alla heildina við og ikki at hava ?tunnilssjón?. Vit skulu útbyggja okkara sjúkraverk við skynsemi og vit skulu hjálpa okkara veiku við skynsemi. Ótalligar milliónir eru sprændar inn í almenna sektorin seinastu árini, so fíggjarliga er hesin sektorur bólgnaður upp. Vit hava eisini sæð frukt av hesum. Fólk liva longri enn tey gjørdu fyrr, fólk hava generelt eitt betri lív enn tey høvdu fyrr, fólk verða lekt ella hjálpt fyri fleiri og fleiri sjúkur o.s.fr. - vit skulu ikki vera so svartskygd, at vit skulu pástanda - sum summi gera, at einki er komi burtur úr. Vit gera eina rúgvu her heima, vit lata stóran part av fíggjarlógini til alla handa hjálp her heima - møguliga býti av hesum pengum kundi verið betri? tað veit eg ikki. Spurningurin er bara, hava vit sæð ?Lasarus?, sum liggur og svøltar, bløðir og doyr beint uttanfyri dyrnar???
?Men tað var ein ríkur maður; og hann klæddi seg í skalak og fínasta lín og livdi hvønn dag í fagnaði og góðgæti. Og tað var ein fátækur, nevndur Lasarus, sum var lagdur fyri dyr hansara, fullur í sárum og hann tráaði eftir at mettast av molunum, sum fullu av borðinum hjá hinum ríka...? (Luk. 16. 19 -21). Tíverri vildi hesin ríki ikki hjálpa - og tað fekk avleiðingar, sigur søgan... Henda søga Jesusar vísir Guds vilja og Guds hjartalag. Vit hava ábyrgdina av hesum heimi - vit skulu gera okkara fyri at gera heimin til eitt betri stað. Tað eru so mong sum rópa: Gud er óndur - Gud ger einki o.s.fr. Sannlekin er tann, at tað eru vit sum eru ónd! Tað eru vit sum hava ábyrgdina av hesum heimi! Vit eru ?víngarðsmenninir?, sum Jesus eisini tosar um í øðrum líknilsi. Tað er nokk av mati, nokk av klæðum, nokk av pengum til í heiminum - tað er býti tað er galið við - og tá tosi eg ikki um kommunismu. Tað eru mangir mátar at hjálpa heiminum upp á, bæði stórpolitiskt og privat. Stórpolitiskt at hjálpa til at skapa demokratisk viðurskifti allastaðni í heiminum, sosialar skipanir og arbeiðspláss, eisini har kunnu vit gera okkara lítlu ávirkan galdandi. Privat at hjálpa við tí ein kann, at stuðla góðum hjálparfelagsskapum o.s.fr. Ein dag kemur víngarðsharrin at skoða, hvussu ?víngarðsmenninir? hava røkta víngarðin, tá skal hvør fáa løn eftir sínum verki. Tað verður ikki kraft av nøkrum, at gera meira enn ein megnar, men at gera tað ein megnar - tað verður kraft!
Skulu almennu Føroyar, sum hóast alt hevur væl av pengum um hendi, bara hjálpa okkara egnu? Tað hava verið røddir frammi, sum siga hetta.
Hvat við Lasarus? Lasarus, sum liggur við føtur okkara og bløðir? - Vit síggja hann dag og dagliga í fjølmiðlunum - við okkara egnu eygum tá vit eru burturi í londum og ferðast. Skulu vit bara ganga framvið og halda fyri eygu og fyri oyru og bert hugsa um okkum og okkara? Afrika bløðir og doyr! Aðrir heimspartar og mong fólkasløg bløða og doyggja! Vit kunnu gera ein mun. At siga, at okkara hjálp nyttar so lítið er ikki rætt. 7 milliónir, sum skotið er upp at geva, kunnu, um tær verða rætt givnar og beindar á rættar hendur - gera stórverk! ?...hann tráaði eftir at mettast av molunum, sum fullu av borðinum hjá hinum ríka...? Hetta ger nútíðar ?Lasarus? framvegis... latið okkum ikki gloyma tað!
Tá vit lata hjálp, eiga vit at hugsa yvir, hvussu henda hjálp verður latin. Ikki at vit skulu hava vinning, men at hjálpa fyri at hjálpa. Hjálp til sjálvhjálp er tað, sum gevur mest av sær í seinna enda, men onnur akutt hjálp er eisini neyðug mangastaðni. Vónandi fara okkara politikarar ikki at hava ?tunnilssjón? men at taka undir við hesum frálíka uppskoti løgmaður alment kom fram við fyri kortum. Hetta er ein góð byrjan.