Hjálp til føroysk, krabbasjúk børn

Eitt føroyskt »Team Rynkeby« skal komandi summar súkkla til París fyri at savna pening til føroysk krabbasjúk børn.

Team Rynkeby er eitt danskt átak, sum byrjaði í 2002, og sum støðugt hevur vundið uppá seg. Hvørt ár verður súkklað úr Danmark til París, fyri at savna pening til krabbasjúk børn. Noreg og Finland hava tikið undir við tiltakinum, og komandi summar leggur eisini eitt føroyskt lið til brots.

- Vit hava pláss fyri 35 føroyingum á liðnum, og øll, sum eru fylt 18 ár, kunnu melda seg til, greiðir Aksel Haraldsen, sum er ein av fyrireikarunum, frá.

- Men tað fylgja nakrar treytir við tilmeldingini. Hetta er ikki bara ein súkklutúrur, men ein innsavning. Og tí skulu luttakararnir, umframt at binda seg til at koma í venjing, eisini binda seg til luttaka í innsavningini - til dømis við at finna stuðlar og vera við til sosial tiltøk, har fokus verður sett á krabba hjá børnum, greiðir Aksel Haraldsen frá.

Tá meldað verður til, kemur tú á ein bíðilista, og síðani eru tað fyriskipararnir, sum velja liðið út. Í Danmark hevur áhugin verið stórur og tilmeldingar nógvar, og tískil hava fyrireikararnir havt ein luksustrupulleika, tá liðið skuldi mannast.

- Liðið skal so vítt gjørligt umboða føroyska samfelagið, og tí skulu tað vera eins nógvar kvinnur og menn, tey skulu so vítt gjørligt koma úr øllum landinum og hava ymsar útbúgvingar og størv, vísir Aksel Haraldsen á.

Freistin at melda til er 20. august, og liðið verður kunngjørt seinast í mánaðinum.

Tað eru fimm menn, sum hava tikið stig til føroyska Rynkeby-liðið. Teir eru Aksel Haraldsen, Finn Danberg, Elmar Ósá, Alfred Hummeland og Magnus Magnussen. Ætlaninar eru lagdar í samráð við Krabbameinsfelagið og Poul Michelsen, sum umboðar Rynkeby í Føroyum.

Seinni í summar fer Aksel Haraldsen at súkkla til París við einum donskum liði, so hann komandi summar skal vera betri fyrireikaður at leggja lag á hjá føroyska liðnum.

Vilt tú lesa meiri og tilmelda teg, kanst tú gera tað her: