Kring alt landið virka 40 útbúnir demenssamskiparar. Her heima skipaði Alzheimerfelagið fyri tí fyrstu og harðliga tiltrongdu útbúgvingini av demenssamskiparum í 2004.
- Hetta er sama útbúgving, sum niðri. Hon er bygt upp í modulir og fingu vit lærarar frá danska skúlanum heim at undirvísa, sigur Erna Háberg.
Árið eftir skipaði Tórshavnar Kommuna fyri einum skeiði afturat, so at nú eru umleið 40 útbúnir demenssamskiparar, sum búgva og virka kring alt landið. Frammanundan høvdu tríggjar sjúkrasystrar verið niðri og fingið sær hesa útbúgving, sum er ætlað øllum sløgum av røktarstarvsfólki, sum arbeiða innan demensøkið.
Skipað nevnd
Erna Háberg, demenssamskipari, sigur, at føroyskir demenssamskiparar hava sett felag á stovn, FD. Hetta er felag fyri fólk við demensútbúgving og fólk, sum hava eitt serligt tilknýti til arbeiði við demens.
- Hóast vit nú hava nógvar samskiparar kring landið, so er enn eitt petti eftir á mál, til at fáa eitt rættiligt tilboð skipa til sjúklingar og avvarðandi. Hetta kundu vit hugsað okkum at fingið í lag samstarv við kommunurnar um, tí vit eru stødd í øllum teimum stóru oyggjunum í landinum, sigur Erna Háberg. Hon vónar at fólk íframtíðini, fara at kunna fáa fatur á einum demenssamskipara, hava tey brúk fyri ráðgeving ella hjálp um demens.
- Endamálið við felagnum er eisini at betra um góðskuna í umsorganini hjá fólki, sum eru rakt av sjúkuni demens. Tað verið seg at stuðla og vegleiða teimum, ið rakt eru og teirra avvarðandi. Harumframt er endamálið, at stimbra og menna starvsfólkini, sum eru um sjúklingarnar, sigur Erna Háberg.
Eisini vil felagið royna at ávirka myndugleikarnar, so menningin innan demens kemur á hædd við hana í londunum kring okkum.
Í nevndini í felagnum eru Reidun Magnussen, Leynar, forkvinna, Poula Sørensen, Havn, skrivari og Poula Debes, Havn, peningarøkil.
Demenslinjan er opin
Tað ber altíð til at ringja til demenslinjuna hjá Alzheimersfelagnum týskvøld frá 18-20, har øll eru vælkomin at venda seg. Erna Háberg sigur, at fólk kunnu vera anonym tá tey ringja til linjuna, sum hevur telefon 318102.