Empati-órógv: Tú sært tað beinanvegin á hesum børnunum, at okkurt er ikki sum tað eigur og skal.
Í barnagarði og í skúlagarði skilja tey seg burturúr mongdini, hóast tey hava sínar gávur.
Trupulleikin hevur verið, at okkurt er áfatt við hesum børnunum. Men samstundis hevur ikki verið lætt at seta orð á, hvat bagir teimum.
Ein teirra sum tó veit nógv um júst hetta evnið og sum fegin býtir út av vitan síni er yvirlæknin Christoffer Gillberg úr Svøríki.
Hann hevur hildið nógvar fyrilestrar um hetta evnið og hevur skrivað í hópatali av bókum og greinum. Og nú kemur hann so hendavegin at halda skeið.
Skeiðið verður í mars mánaði og er ætlað fakfólkum sum arbeiða júst við hesum barna- og ungdómsbólkinum, eins og foreldrum og avvarðandi.
Staðfesta sjúku
Við drúgvu royndum sínum innan barna- og ungdómspsykiatri hevur Gillberg gjørt sær sínar hugsanir um tað, sum á fakmáli kallast empati-órógv.
Felags eyðkenni fyri hesi børnini er, at tey hava ringt við at seta seg inn í, hvat onnur bæði hugsa og føla, sigur hann.
Hetta er eisini útgangsstøðið fyri skeiðnum. Tí, sambært Gillberg so er empati-órógv ein felagsnevnari fyri fleiri psykiatriskar sjúkur, sum t.d. Asperger, autismu, Tourettes syndrom og anorexia.
Á skeiðnum fer Gillberg at geva luttakarunum nøkur amboð soleiðis at ein kann staðfesta empati-órógv.
Somuleiðis verður eisini víst á, hvussu ein kann hjálpa hesum bólkinum við trupulkleikum sínum.
Altjóða viðurkendur
Christopher Gillberg er professari í barna- og ungdómspsykiatri, og starvast sum yvirlækni á barnaneuro-psykiatrisku klinikkini á Gøteborg Universitet.
Hann hevur skrivað meiri enn 400 vísindaligar greinar, harav tær flestu eru prentaðar í altjóða tíðarritum. Umframt hetta hevur hann útgivið 10 lærubøkur innan barna- og ungdómspsykiatri.
Gillberg hevur eisini fingið fleiri altjóða viðurkenningar fyri sína gransking um sambandið millum heilavirksemi og atburð. Og tað er í einki at taka seg aftur í, at hann er ein kapasitetur innan hetta økið.
Hann ber eisini orð fyri at vera ein spennandi fyrilesari. Tað er júst hetta sum føroysku skeiðluttakararnir fara at fáa gleði og gagn av í mars mánaði.










