Hjálp tær sjálvum

 
Nú summarfrítíðin er farin afturum, verður arbeiðið við sjálvhjálparbólkum fyri børn og ung, ið hava mist foreldur og systkin, tikið uppaftur
 
Sjálvhjálparbólkur
Tíðindaskriv
 
Í mun til seinastu skeiðini, er tilboðið nú eisini galdandi fyri børn, ið hava mist systkin við deyða. Ikki er greitt enn, um hesi børnini verða í einum bólki fyri seg ella tey verða saman við teimum, ið hava mist foreldur við deyða. Hetta verður avgjørt, tá greitt er, hvussu nógv melda til. Tó síggja bólkaleiðararnir tað ikki sum nakran trupulleika, um  børnini vera í sama bólki.Í sorgarbeiðinum eru kenslur og tankar, sum hesi børn og ungu kenna aftur hvør hjá øðrum. Og tað, ið hevur stórsta týdning er, at børnini eru saman við øðrum, sum hava merkt stóra sorg á egnum kroppi, og tí hava eina aðra føling við hvørjar kenslur og tankar bylgjast í einum. Tað er júst hetta børnini og tey ungu sakna í gerðandisdegnum, bæði í skúlanum og eisini ofta ímillum vinir.
                      Fundirnir eru skipaðir soleiðis at pláss bæði er fyri at práta, tekna, mála, spæla og ikki minst fyri einum góðum drekkamunni. Tað er sera umráðandi, at tað er hugnaligt og trygt at koma til fundirnar, so tað verður stórur dentur lagdur á.
                      Eftir at hava havt tvey skeið við uml. 40 børnum og ungum íalt, meta bólkaleiðararnir, at hetta tilboðið eigur at verða verandi. Tær afturmeldingar, ið eru komnar, og tær eru ikki so fáar, hava verið positivar og børnini og tey ungu hava sum heild verið ógvuliga trúgv at møta til fundir, og hava sagt seg at vera glað fyri at koma.                      Tey, ið hava hug at verða við, kunnu venda sær til Annu S. Dalsgaard á tlf. 319552/519552, el. e-mail: Janna@kallnet.fo.