Hjálp úr Svøríki

Danski arbeiðsmarknaðurin hevur tørv á arbeiðsmegi, men arbeiðsgevarunum nýtist ikki at fara so langt eftir teirri arbeiðsmegini, sum restar í, skrivar Rirzau. Í Svøríki er arbeiðsloysið 4,9 prosent, og tí kunnu arbeiðsgevararnir annaðhvørt fáa sviar til Danmarkar at arbeiða ella flyta arbeiðsplássini til Svøríkis. Tað seinna man vera ein loysn, tí tey seinastu seks árini er talið á donskum fyritøkum í Svøríki tvífaldað.