Hóast mong myrk skíggj, komandi og farandi, so eru tíbetur eisini glottar at hóma, og ein teirra er ljós í endanum á Norðoyartunnilinum, Klaksvíkar megin. Alt bendir á, at ljós aftur verður tendrað á tí fyrr so stolta Kósavirkinum, og at hjólini aftur fara at mala. Eftir dvalatilveruna í eitt ár eru nú útlit til, at fremsta fiskvinnuplássið í landinum aftur kann sleppa at liva upp til sítt navn. Kósavirkið letur uppaftur um nakrar vikur og arbeiði verður aftur til nógvar norðingar.
Tað eru JFK og Føroyagrunnurin, sum saman við øðrum vinnulívsfyritøkum og vinnulívsfólki hava tikið stig til at lata Kósavirkið uppaftur. Sáttmáli varð í gjár undirskrivaður í Klaksvík millum keypararnar og seljaran, Føroya Banka. Keypsprísurin er 18 mill. Kr. Føroya Banki upplýsir, at tað hevur mist 12 mill. kr. uppá Kósavirkið, nú tað hevur selt virkið aftur.
Tað kom ómetaliga dátt við, tá hetta flaggskipið av fiskavirkjum í Føroyum bráddliga lat aftur í fjør. Tað kendist sum fór ein gjóstur gjøgnum alt samfelagið. Var hetta veruliga bert eitt byrjunartekin um, hvat fór at henda í øllum samfelagnum vóru tað mong, sum spurdu. Tíbetur hava flestu av virkjunum hóðra undan tó at tað ger ilt nógvastaðni.
Vit hava nú øll bíðað eftir í spenningi, hvør fór at taka um endan aftur í Klaksvík og keypa virkið aftur frá bankanum. Nú eydnaðist tað so við góðum kreftum bæði í Klaksvík og aðrastaðni. Tað er eisini greitt, at eingin vøkstur verður, um tað ikki fáast synergiir og gott samskifti millum virki og peningastovnar í hesum tíðum serstakliga. Vit hava sæð ta gongd, at peningastovnar eru vornir alt meira varnir at veita lán, nú teir missa nógv uppá, at virki og skip ikki klára seg og annars uppá niðurgangstíðirnar í samfelagnum sum heild. Tað royna vit sjálvandi at skilja, hinvegin steðgar alt upp, um ikki peningastovnarnir eisini spæla við. Um teir bara verlja at fara inn í seg sjálvar og tryggja seg, so manglar bráddliga eitt týðandi lið í samfelagsmenningini. Eru ikki nettupp bankarpakkarnir gjørdir til tess, at vinnuhjólini ikki skulu steðga upp. Vónandi er avtalan millum banka og nýggju fólkini aftanfyri Kósavirkið eitt tekin um, at fíggjarverðin og vinnan megna og vilja ganga hond í hond øllum samfelagnum til gagns.
Í gjár umrøddu vit eina aðra sólskinssøgu, nevniliga hana, at Bakkafrost fekk heiðurslønina Ársins virki. Tað stimbrar og skapar áhuga fyri at halda fram og gera arbeiðið enn betur. At Kósavirkið letur uppaftur er enn ein sólskinssøga og vóna vit, at hon fer at hita væl ikki bert í fiskivinnuumhvørvinum í Klaksvík men í øllum samfelagnum. Góða eydnu.