»Hjólið« er navnið á nýggja tíðindaskrivinum hjá áhugafelagnum Føroya Ellisakfør.
Blaðið kom fyrstu ferð út um ólavsøkumundið sum ein avís í tabloid stødd (A3). Hjólið avloysti blaðið »Tíðindaskrivið Føroya Ellisakfør«, sum var í A5 stødd og kom regluliga út til limir felagsins síðan 1992 og seinni eisini í leysasølu.
Føroya Ellisakfør hava gjørt avtalu við Føroya Shell um, at »Hólið« verður selt á Shell-støðunum kring landið.
Í blaðnum eru áhugaverdar greinar um t.d. ein túr við føroyskum ellisakførum í Hetlandi, eina áhugaverda vitjan í Autostadt í týska býnum Wolfs-burg, um gamla vatnbrunnin við Gráastein í Havn, sum limir í Føroya Ellisakførum eru í ferð við at seta í stand til bilasavn, minningarorð um kendar persónar í bilvinnugreinini, annar partur av bilasøguni í Vágum, sum krimirithøvundurin, Einar Petersen, sáli, hevur skrivað, gamlar myndir í samband við at Vauxhall bilar hava verið gjørdir í 100 ár.
Hjólið kostar 20 krónur at keypa á Shell-støðunum.