Tað var Anna Højgaard, sum fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld. Hon var stødd á Røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi, har hon og 98 ára gamla mamma hennara - Oleva - sótu og spældu gekk saman.
- Mamma mín hevur spælt Gekk, síðan spælið byrjaði, men í kvøld er tað eg, sum havi fingið fulla plátu, segði hon, tá verturin í kvøld, Magnus Magnussen spurdi.
Anna Højgaard var ikki í iva um, at hon vildi deila høvuðsvinningin á 2,1 miljónir krónur í teir tríggjar leyparnar við 700.000 krónum í hvørjum leypi.
Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið henni 50.000 krónur. Tá læt í mammuni: "Áh, nei..." - Eg sigi sum mamman og haldi, at vit royna einaferð aftrat.
Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 20.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 60.000 krónur. - Eg royni einaferð aftrat. Man veit jú ikki, um man nakrantíð í lívinum sleppi ígjøgnum aftur.
Í triðju og seinastu royndini steðgaði gekka-hjólið á 12.500 krónum, men tað var ikki uttan spenning, ti hjólið streyk bert ein seym fram við gula leypinum við 700.000 skattafríum krónum í.
Sostatt fingu báðar, sum fingu høvi at snara gekka-hjólinum í kvøld - fyrst Erla Nielsen og síðan Anna Højgaard - báðar hvør sínar 12.500 skattafríar krónur.