Hjól á bussi brotnaði

Beint tá meldurtíðin var ringast í høvuðsstaðnum í gjár, brotnaði hjólið á einum bussi hjá bygdarleiðum. Tíbetur fyri ferðsluna hevði bussurin júst koyrt inn á busssteðgistaðið uttan fyri SMS, tá hetta hendi

Um fýratíðina seinnapartin í gjár hendi eitt minni ferðsluóhapp uttan fyri SMS. Ein bussur hjá bygdarleiðum – hann sum røkir flogrutuna – koyrdi inn á busssteðgistaðið uttan fyri SMS í Havn, fyri at taka ferðafólk uppí.
Tá var tað, at vinstraframhjól á bussinum brotnaði og bussurin kundi ikki koyra víðari. So vítt Sosialurin hevur skilt, so stóðst eingin persónskaði tá óhappi hendi, og lukkutíð fekk óhappið heldur ikki ávirkan á ferðsluna í býnum, tí bussurin stóð jú so pent parkeraður á steðgiplássinum.