Talan er um eina altjóða granskingarverkætlan við heitinum Craft internationalt. Endamálið við hesum er at finna og fremja tiltøk, har tilfeingið er lokalt og siðbundið handverk. Í hesum føri snýr tað seg um nýskapandi og burðardygga vinnu í samband við ferðavinnu.
Craft International er eitt framhald av verkætlanin Ecomonusée, ið Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning hevur luttikið í síðani 2008.
Eitt dømi um hetta er Mikkjals Smiðja á Trøllanesi. Henda smiðjan er partur av einum evropeiskum og kanadiskum netverki, hvørs uppgáva er at halda lív í siðbundnum handverki og hjúkla um handbornan kunnleika.
Umframt Føroyar eru Norðurlond við í Craft International, umframt Kanada, Grønland, Ongland og Írland.
Verkætlanin er fíggjan av northern Pherephery Project, NORA, Vinnuframagrunninum, Granskingardeplinum og øðrum.










