Í góðveðrinum í gjárkvøldið var venjingardystur á Skála, har KÍ var gestur.
Føroyameistararnir fóru norður aftur til Klaksvíkar við 3-1 sigri.
Í fjør var Jóannes Bjartalíð ársins spælari. Í vetur ljóðaði eitt skifti, at skaði í hondini fór at halda honum burtur frá fótbólti tað mesta av várinum.
Orsakað av korona varð fótbóltsvárið stutt. Skaðasteðgurin hjá Jóannesi Bjartalíð var uppaftur styttri, og í gjárkvøldið sást, at ársins spælari í fjør er væl fyri.
Jóannes Bjartalíð legði beinanvegin og við rimmar langskoti KÍ á sigurskós, og í seinna hálvleiki økti til 2-0, áðrenn Skála minkaði um munin. Málskjútti var innskifti Dávid Johansen. Jonn Johannesen staðfesti 3-1 KÍ sigurin.
Undan ætlaðu kappingarbyrjanini fyrst í mars varð skrivað, at Skála hevur mist nógv fólk, og at nýggi venjarin, Bill Jacobsen, mest sum skuldi byrja av nýggjum.
Hetta sást í gjárkvøldið, tá ið bara fýra spælarar vóru millum teir fyrstu ellivu, sum í fjør vóru fastir menn á liðnum – Heðin Klakstein, Pætur Dam Jacobsen, Ronni Møller-Iversen og Niels Pauli Danielsen.











