Fótbóltur
Lagið var fínt á floksmonnum, tá ið teir í góðveðrinum fóru úr Fuglafirði seinnapartin í gjár. Í viðførinum høvdu teir 2-1 sigur. Hóast sigurin var tepur, so taldi hann eins nógv og allir aðrir sigrar.
Spurnartekin hava verið sett við, hvussu tað fór at hilnast hjá B36 í ár. Higartil kann tað ikki sigast annað, enn at úrtøkan hevur verið góð – tveir dystir og tveir sigrar.
Hesa ferð vardi Jóan Pauli Dahl Jakobsen B36 málið í staðin fyri skadda Tróndur Vatnhamar, og tað var bara eina ferð, at hann noyddist í meskarnar eftir bóltinum. Tað var tíðliga í 2. hálvleiki, tá ið ÍF, sum eftir steðgin legði bragdliga fyri, tiltuskaði sær fríspark í vinstru. Balazs legði til handara stólpa, har Bartal Eliasen við høvdinum sendi bóltin í málið.
Onkra aðra ferðina fór bólturin framvið Jóan Paula, uttan at tað eydnaðist at fáa mál. Tíðliga í 1. hálvleiki bjargaði ein av B36 monnunum á strikuni (fuglfirðingar vildu vera við, at bólturin hevði verið innanfyri strikuna, men tað var dómarin ikki samdur við teimum í), og fram ímóti dystarenda, tá ið ÍF legði nógv fyri í royndini at javna, brast skotroynd frá Bartali Eliasen í stólpan.
Fyrstu trý korterini var B36 greitt omaná, og tá eydnaðist teimum at skjóta tvey mál. Í báðum førum var heimaverjan lítið sannførandi. Liðformaðurin Klæmint Matras setti hol á, eftir at Jákup á Borg hevði lagt frísparkssending úr 35-40 metrum í brotsteigin. Verjan drálaði, og eftir at bóilturin hevði tikið í fleiri bein, stýrdi Klæmint Matras bóltin í málið aftanfyri Andras Gango.
Sjey minuttir undan steðginum pakkaðu fuglfirðingar stóra gávu upp fyri gestunum, sum takkaðu fyri og tóku av. Miðverjin Jonn Thomsen var óansin, og tá ið hann sko royndi at leggja aftur til málverjan, var hesin komin so mikið úr málinum, at bólturin fór framvið honum. Jákup á Borg takkaði fyri, og harvið var brekkan hjá ÍF tung.
- Vit eru væl nøgdir. Tað ræður um at leita møguleikarnar upp, og tað gjørdu vit. Vit kundu havt skorað fleiri mál í 1. hálvleiki, og hóast teir í 2. hálvleiki royndu at trýsta, so var tað bara Bartal, sum var vandamikil, og eg haldi, at vit kláraðu hann væl, var viðmerkingin hjá Jákupi á Borg.
ÍF venjarin, Jón Simonsen, segði seg avgjørt ikki vera nøgdan við 1. hálvleik, tá ið teir í B36 vóru illa ansaðir.
- Í 2. hálvleiki høvdu vit gott tak á teimum, og tá spældu vit okkum til fleiri møguleikar, men tíverri vóru vit ikki nóg neyvir. Sunnudagin skulu vit spæla á Argjum, og tá verður tað avgerandi hjá okkum at koma á talvuna.
Nær verður Rógvi Jacobsen at síggja á ÍF liðnum?
- Hann er farin at venja, men vit rokna ikki við, at hann verður á liðnum í hesum mánaðinum, sigur ÍF venjarin.