Við hoyrdu nú um dagarnar tekniska stjóran í Bústøðum greiða frá, at íbúðirnar í Máttalág, sum ætlanin er at byggja, skulu útlendingar byggja. Grundgevingin er, at føroyskar fyritøkur eru ikki kappingarførar.
Í lesarabrævi spyr Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag, hvat verður henda útsøgn er grundað á.
-Áhugavert hevði verið at fingið upplýst, hvussu nógvar fyritøkur talan er um. Havi tosað við nakrar teirra, sum allar vísa á, at tær als ikki eru spurgdar, ei heldur bidnar um nakran prís. Fleiri av hesum fyritøkum, sum hava sett lærlingar við, hava ikki arbeiði niðurfyri til stórt meir enn tríggjar mánaðir fram, so hetta ávirkar eisini grundarlagið undir útbúgvingunum hjá teimum, sigur hann.
-At tað almenna gongur á odda at lata útlendingar gera arbeiðini ger ikki støðuna betri. Tað er tíverri ikki ókent, at kvaliteturin ikki stendur mát, og byggisjusk hava vit alt ov ofta verið vitni til, leggur hann afturat.
-Søgan hevur víst okkum, at vanliga verða tað føroyskar fyritøkur, sum kortini mugu taka um endan, tá ið kvaliteturin ikki vísir seg at standa mát við tað, sum biðið varð um, og goldið varð fyri, sigur hann.
-Løgið, at vit einki hava lært, og uppaftur løgnari tykist tað, at politiskt verða oyru og eygu latin aftur fyri veruleikanum. Vit hava fyri kortum hoyrt stjóran á Mest og aðrar stjórar við greiða frá, at føroyingar eru í allar mátar kappingarførir við útlendingar, men ikki hjá Bústøðum - har er uppáhaldið tað øvuta.
Les alt lesarabrævið her