Norðari partur av Ísrael varð í gjárkvøldið - ársdagin fyri Hamas-álopið á Ísrael hin 7. oktober í fjør - álopin við rakettum.
Tað var ísraelski havnarbýurin, Haifa, sum varð málið í tveimum álopum. Í Haifa búgva umleið 280.000 fólk, og sagt verður, at tíggju fólk fingu løstir í álopunum.
Tá Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober í fjør, lótu umleið 1200 fólk lív, samstundis sum Hamas tók fleiri enn 200 gíslar, harav fleiri framvegis ikki eru leyslatnir.
Ísraelski herurin (IDF) sigur á X, at rakettálopini í gjárkvøldið vóru tøtt.
Tað eydnaðist ísraelska herinum at skjóta fleiri rakettir niður, áðrenn tær raktu sínum málum, meðan aðrar rakettir raktu havnarbýin.
Hizbollah sigur, at málini hjá teimum vóru ísraelskar hernaðarstøðir, og sagt verður, at talan var um einar 20 rakettir, sum vórðu skotnar móti málum í ísraelska býnum.
Tíðliga í morgun visti ísraelski herurin at siga, at ein ísraelskur hermaður hevur latið lív á markinum millum Ísrael og Libanon, og tveir aðrir hermennn hava fingið álvarsligar løstir.
Eygleiðarar halda, at stríðið millum Ísrael og Hizbollah er vorðið rættiliga álvarsligt - eisini fyri Ísrael - tá havt verður í huga, at Haifa er stórur býur, sum liggur langt inni í ísraelskum landaøki.
Í gjárkvøldið og í nátt hava ísraelsk loftálop rakt syðra býarpartin av høvuðsstaðnum, Beirut, og sagt verður, at Ísrael hevur lopið á mál nærindis altjóða floghavnini í býnum.
Ísraelski herurin sigur, at málini hjá teimum í álopunum vóru vápnagoymslur hjá Hizbollah, og tað eydnaðist teimum at raka onkrar av goymslunum.
Verdens Gang veit at siga, at tvey sjúkrahús í økinum eru latin aftur orsakað av ísraelsku loftálopunum í økinum.
Ísrael hevur bumbað Beirut dag og nátt í skjótt tvær vikur, og fólk í hundraðtúsundatali hava søkt sær skjól aðrastaðni, veit Verdens Gang, sum hevur fólk í Miðeystri, at siga.