Hizbollah-leiðari dripin í Libanon

Sagt verður, at sami Hizbollah-leiðari áður er særdur í málrættaðum ísraelskum álopum í Libanon.

Fyrr í morgun frættist, at ísraelski herurin hevur lopið á fleiri Hizbollah-mál í syðra parti av Libanon í dag.

 

Nú veit tíðindastovan Reuters at siga, at ein Hizbollah-leiðari, sum ikki verður navngivin, er dripin í ísraelsku álopunum.

 

Sagt verður, at sami Hizbollah-leiðari áður er særdur í málrættaður ísraelskum álopum í Libanon.

 

Tað var í morgun, at ísraelski herurin visti at siga, at jagaraflogfør høvdu rakt fleiri mál hjá hernaðarliga felagsskapinum.

 

Iran stuðlar Hizbollah í Libanon hernaðarlig.

 

Stríðið millum Hizbollah-felagsskapin í Libanon og Ísrael hevur ment seg, síðan Ísrael gjørdi innrás í Gaza.

 

Partarnir hava við jøvnum millumbilum sent rakettir eftir hvørjum øðrum á markinum millum Ísrael og Libanon.