Tað er felagsskapurin Hizballah ella Guds flokkur- ið stóð aftanfyri burturflytingina av tveimum ísraelskum hermonnum mikudagin. Og hóast teir hava avnokta at hava skotið rakettir inn yvir Haifa, so sigur ísraelski herurin at hetta verður roknað sum ein álvarslig herðan av stríðnum.
Felagsskapurin er bæði ein hernaðarlig og politisk fylking, ið er umboða í libanska tinginum. Seinasta valið í Libanon gav flokkinum eitt gott úrslit og munandi betri enn tey undanfarnu valini. Ein orsøk til góða valið mann vera, at ísraelski herurin tók seg úr libanskum øki í mei-mánað í 2000. Eftir ísraelsku afturtøkuna hevur tað verið frammi í almenna kjakinum, at Hizballah skal leggja vápnini. Fylkingin er tann einasta av teimum stríðandi bólkunum frá libanska borgarakrígnum, sum endaði í 1990, ið enn eru vápnaður. Funnist hevur verið at teimum fyri at vera ein stat inni í libanska statinum. Felagsskapurin hevur hernaðarliga verið tann sterkasti bólkurin í Libanon, eftir at sýriski herurin tók seg úr Libanon.
Stuðlarnir hjá fylkingini eru fyri størsta partin shiamuslimar í Libanon og eisini ein stórur partur av fólkinum í syðra parti av Libanon. Tað er eingin loyna at fylkingin umboðar tann meiri fátæka partin av libanska samfelagnum. Shiamuslimar eru tann trúarbólkurin í Libanon, sum er tann størsti.
Hizballah varð stovnað í 1982 og hevur stríðst ímóti ísraelska herinum, sum hersetti syðra partin av Libanon. Í mei 2000 varð endamálið rokkið, tí herurin trekti seg aftur úr libanska økinum. Iran hevur frá byrjan av stuðlað felagsskapinum. Felagsskapurin talar, í sínum politisku eldtalum, fyri oyðilegging av ísraelska statinum og metir alt Palestina vera hertikið muslimskt økið. Eisini siga teir Ísrael ikki hava rætt at vera til. Tey síðstu árini hevur felagsskapurin tillaga sína islamistisku hugsjón til ta politiska landsskapið, sum eisini fevnir um kristin og drusarar.
Eftir ár 2000 hevur Hizballah lýst seg sum eina mótstøðurørslu, ið berjist ikki bara fyri Libanon, men eisini fyri alt økið.