Tilburðirnir av HIV og gonoré í Íslandi tvífaldaðust í 2016, og tilburðirnir av syfilis vuksu við einum triðingi. Tað veit íslendska ríkisútvarpið - RUV - at siga og vísir til tøl hjá íslendsku heilsumyndugleikunum.
33 tilburðir vóru av syfilis í 2016 móti 23 í 2014 og 2015. 88 prosent av tilburðunum vóru menn, sum hava havt kynsligt samband við aðrar menn.
86 tilburðir vóru av gonoré í 2016, og tað er næstan tvífalt so nógv sum undanfarin ár. Vøksturin var nærmast konstantur hvønn mánaða í 2016. Sagt verður, at fleiri enn 70 prosent av tilburðunum vóru samkyndir menn.
Eisini vóru óvanliga nógv fólk í Íslandi smittað við HIV í fjør, nevniliga 27, sum er meira enn tvífalt so nógv sum í 2014 og 2015. Av hesum 27, vóru 20 menn og sjey kvinnur.
Óvanliga nógv - ella seks fólk í tali - fingu staðfest AIDS í Íslandi í fjør. Haraftrat høvdu trý fólk aftrat tekin um AIDS.
Klamydia er mest vanliga ígerðin millum kynssjúkur í Íslandi, og her vóru umleið 2000 tilburðir av smittu í 2016, sum er á leið sama tal sum undanfarin ár.










