Í fleiri ár hava danir keglast um, hvørt tað hevði verið rætt at skipa eina skráseting við øllum, sum eru HIV-smittað. Røddir hava talað bæði fyri og ímóti, men nú hevur heilsustýrið gjørt av at skera ígjøgnum.
Sjónvarpið TV2 sigur, at heilsustýrið nú hevur gjørt av, at í framtíðini skulu øll HIV-smittað skrásetast. Øll, sum verða skrásett sum HIV-positiv, verða skrásett, men tað verður gjørt á ein slíkan hátt, at skrásetingin verður sera loynilig.
Danskir læknar eru væl nøgdir við avgerðina. Peter Skinhøj, yvirlækni, sigur við TV2, at læknarnir hava bíðað eftir einari tílíkari skráseting, tí hon verður eitt sera hent amboð í royndunum at fyribyrgja HIV.