HIV-heilivágur bíligari

Heilivágsfyritøkan Glaxo SmithKline hevur gjørt av at seta prísin á eyðkvæmisheilivági til tey fátæku londini niður í helvt.

Glaxo Smith Kline er tann fyritøkan, sum ger mest av heilivági ímóti eyðkvæmi, og fyritøkan sigur, at við príslækkingini kostar tað millum seks og sjey krónur um dagin at viðgera ein sjúkling. Heilivágurin, sum talan er um, eitur Combivir. Nógvir eyðkvæmissjúklingar í Vesturheiminum hava notið gott av hesum evninum, men tey fátæku londini hava ikki havt ráð at keypa hann.

Seinastu árini hava heilivágsfyritøkurnar verið undir stórum trýsti frá altjóða felagsskapum og myndugleikum, sum hava kravt, at tann fátæki parturin av heiminum skuldi fáa bíligari heilivág. Nú hevur Glaxo SmithKline so slakað fyri trýstinum.