Týska felagið hevur ikki havt teirra besta kappingarár í ár. Avleiðingina fekk nú fyrrverandi venjarin, Felix Magath. Í hansara stað kom venjarin hjá liðnum síðst í seinastu øld, Ottmar Hitzfeld. Hann hevur fingið liðið á somikið rætta kós, at nú er sáttmálin longdur við einum ári.
Bayern liggur í løtuni nummar fýra í Bundesliguni, 6 stig upp til Schalke 04 á fyrsta plássi. Liðið er tó framvegis við í Champions League, har teir í fjórðingsfinaluni møta AC Milan.










