Hittust í Vridsløselille fængsel

Í rúsevnismálinum, sum í hesum døgum verður viðgjørt í Føroya rætti, hevur ákærin lagt fram upplýsingar um, hvussu nógv telesamband var millum danan, sum skipaði fyri sendingini av rúsevnum í juni til Føroya, og hann, sum skuldi taka ímóti.

Tað er komið fram, at teir báðir komu at kennast, meðan teir báðir sótu í Vridsløselille.

Føroyingurin sat tá fyri at hava smuglað sterk rúsevni til Føroya.

Hin maðurin hevur fleiri dómar aftan fyri seg fyri brot á vápnalóg, rán, tjóvari, rúsevni og annað. Hann hevur einki viljað sagt í rættinum, fyrr enn hann í morgun varð spurdur um persónlig viðurskifti. Tá upplýsti hann, at hann ikki beinleiðis var limur í Hells Angels, men hann var royndarlimur í einum syuðulsbólki hjá HA, AK81. Men síðan hann var heilt ungur er hann komin nógv í felagshúsini hjá Hells Angels.