Hittust í sølumiðstøð

Kærleikin blomstraði, tá toftagentan Hilda og amerikumaðurin Carlos hittust yvir í USA fyri góðum tveimum árum síðani. Nú skulu tey giftast. Alt verður á enskum, soleiðis at Hilda sleppur at siga ?I do?

Toftagentan Hilda Olsen legði fyri góðum tveimum árum síðani leiðina til USA at ganga í skúla. Hon var AFS skiftisnæmingur og ætlaði sær óivað at fáa sær nakrar upplivingar við sær aftur til Føroya, men tað skuldi gerast til meira enn tað, ið kom við henni aftur til Toftir. Yviri í USA búði Hilda í býnum Alexandria í statinum Virginia, ið liggur skamt sunnanfyri Washington D.C.
Ein dagin hon og ein vinkona vóru farnar ein túr í eina sølumiðstøð (mall) sótu tær og fingu sær at eta. Har komu síðani tveir dreingir, ið høvdu fingið eyga á tær báðar, og teir spurdur, um teir ikki kundu seta seg hjá teimum, og tað var gamaní.
Ein av hesum báðum dreingunum var Carloys Mayes. Eftir hetta byrjaðu tey bæði, Carlos og Hilda, at síggja meira og meira til hvørt annað, og sum mann sigur har yviri: the rest is history.

Giftast
Sum nevnt aðrastaðni, so er Carlos Mayes hermaður í United States Navy, og hesir hava tað oftani við at gifta seg rætttiliga ungir, greiðir Hilda okkum frá. Hetta skyldast, at herfólk flyta nógv runt, og tað eru bert tey giftu, ið sleppa at hava makar sínar búgvandi.
Um tað so var orsøkin er ikki gott at vita, men í øllum førum fór Carlos fyri einum ári síðani á knæ fyri Hildu og bað hana gifta seg við sær.
?Eg svaraði ja, men ikki beint nú, sigur Hilda flennandi.
Hon var skjót at siga foreldrum sínum frá, at Carlos hevði fríggjað til hennara, men tað var ikki fyrr enn fyri kortum, eftir at hon hevði verið í Spania, at hon avgjørdi, at nú skuldi tað vera.
Hilda verður tjúgu ár dagin áðrenn, hon skal giftast, so eingin orsøk var at skunda sær, helt hon. Nú er bíðað nóg leingi, og hósdagin koma vinir og kenningar saman fyri at líða á vígsluna.

Á enskum
Enn tosar og skilir Carlos einki á føroyskum, men Hilda hevur ætlanir um at læra hann. Tá Carlos einki av føroyskum skilir, so verður vígslan sjálvandi eisini á enskum máli. Tað er kanska ikki hvønn dag, at tosað verður enskt í Ellem í Søldarfirði, men hósdagin verður tað so tosað bert enskt.
?So sleppi eg at siga ?I do?, sigur Hilda, sum hevur gjørt tað greitt, at hon einki hevur ímóti tí ritualinum, har brúðgómurin sleppur at ?kiss the bride?, tá vígslan er komin at enda.
Hilda sigur seg vera fegnan um, at hon slap at giftast í Føroyum. Tey leggja tó leiðina til USA aftur um stutta tíð, har Carlos aftur skal í herin. Fyribils verður tað til februar mánað, men Hilda roknar við, at tað lættliga kann vísa seg at gerast eini tvey ár. Tey skulu væntandi flyta eitt sindur runt í landinum. Tá tey koma yvir skulu tey vera nakrar mánaðir í Connecticut, sum liggur beint norðanfyri New York.
Hilda ætlar sær aftur til Føroya við Carlos, ið hevur havt góðan tokka til landið, meðan hann hevur verið her.
?Tað fyrsta, vinfólkini søgdu, tá eg greiddu teimum frá um Carlos, USA og at eg skuldi giftast, var, at tey koma at vitja, sigur Hilda.
Hon er fult við uppá lívið sum konan hjá einum hermanni. Yviri í USA skal hon ganga á college.
Vit kunnu bert ynskja ynskja teimum báðum alt tað besta.