Hittust fyrstu ferð í London

Í dag hava Margreta drotning og Heindrikur prinsur gullbrúdleyp

Í dag hava Margreta drotning og Heindrikur prinsur gullbrúdleyp.

 

Drotningin og Heindrikur prinsur halda gullbrúdleypið umborð á kongaskipinum »Dannebrog« – og ikki sum fyri 50 árum síðani, tá kongalig úr øllum Evropa komu til Danmarkar at hátíðarhalda brúdleypið. Ella sum silvurbrúdleypið í 1992.

 

Gullbrudleypið í dag verður hvørki hildið alment ella við stórum gildið fyri innbodnum. Longu fyri einum árið síðani kunngjørdi hóvið hjá drotningini, at einki gildi verður hildið í sambandi við stóra dagin.

 

Úr hóvnum verður tó upplýst, at dagurin verður hildin umborð á kongaskipinum Dannebrog. Men hvar skipið er, verður ikki upplýst.

 

Men Svensk Damtidning avdúkaði í gjár, at kongshjúnini eru sædd á oynni Stora Karlsö vestan fyri Gotland.

 

 

Fakta

* Margreta prinsessa og Henri de Monpezat hittust fyrstu ferð í 1965. Tað var til døgurðaveitslu í London hjá felags vinum.

 

* Árið eftir, í apríl 1966, hittust tey aftur til eitt brúdleyp í Skotlandi.

* 5. oktober í 1966 vórðu tey trúlovað, og 10. juni 1967 vórðu tey gift.

* Henri de Monpezat fekk tittulin Hans Kongelige Højhed Prins Henrik af Danmark.

* Í 2005 tók hann sær tittulin »prinsegemal« fyri at vísa munin á honum og yngru prinsunum í familjuni.

* 14. apríl í 2016 frásegði hann sær tittulin sum prinsegemal og fekk sær aftur tittulin sum Heindrikur prinsur, tá tað hóskar betri til nýggju tilveruna sum pensjónistur.