Hittust fyri fyrstu ferð

Meðan bardagarnir í Ukraina hildu fram, hittust forsetarnir í Ukraina og Russlandi í dag fyri fyrstu ferð.

Petro Porosjenko og Vladimir Putin eru staddir í Fraklandi í sambandi við 70 ára minningarhaldið fyri D-dagin í 1944, og har eydnaðist tað franska forsetanum, François Hollande, at fáa teir báðar at tosa saman.

 

Ein talsmaður hjá franska forsetanum sigur, at fundurin millum Porosjenko og Putin vardi einar 15 minuttir, og at teir báðir skiftu orð um støðuna har eysturi í Ukraina og um felags búskaparáhugamál. 

 

Vesturlendskir eygleiðarar siga tann stutta fundin hava stóran týdning, og at hetta kann vera ein ábending um, at Russland fer at viðurkenna ukrainska forsetavalið.