Hittust aftur eftir 50 ár

Fimmti ár eru ikki fimmti dagar. Tað máttu tey ásanna, nú tey eru farin at nærkast pensjónsaldri. Fyri 50 árum síðani konfirmeraðust tey í Hvalba og eitt vikuskifti herfyri hittust tey aftur at minnast farnar dagar.

Konfirmantarnir vóru 13 í tali, og teir vóru allir 13 møttir upp aftur til hetta 50 ára minnið. Tey møttust fyrst í Missjónshúsinum í Hvalba leygarkvøldið, har tey fingu nátturða. Har heilsaðu tey upp á hvønn annan, og lívliga varð prátað um tíðina, tá ið tey gingu at lesa. Nøkur av teimum høvdu enntá ikki sæst síðani tá.


Sunnudagin fóru tey í Kirkju í Hvalba, har Jette Paarup, prestur, prædikaði. Altargongd var, og tað vóru øll við til. Aftaná fóru tey aftur í Missjónshúsið, har tey fingu góðan døgurða, og har vórðu tey sitandi til stundin var komin, at tey, sum skuldu norður um fjørð aftur, máttu umborð á Smyril.


Tað var Poul Jacobsen, prestur, um konfirmeraði tey. Hann búleikast í Danmark og varð boðin við. Men hann er komin so mikið væl til árs, at hann bjóðaði ikki til at ferðast til Føroya, men hann sendi gomlu konfirmantunum eitt vakurt blómutyssi í sambandi við dagin.


Á eldru myndini síggjast konfirmantarnir, sum tey sóu út, tá ið tey vórðu konfirmerað. Á nýggjaru myndini sæst, hvussu tey síggja út í dag, 50 ár seinni. Tey standa í akkurát somu raðfylgju á báðum myndunum, men á nýggju myndini stendur Jette Paarup, prestur, fremst vinstrumegin.



Myndatekstur:


Aftast frá vinstru Geir Jónsson, Danmark, Johan í Giljum, Klaksvík, Elmar Skaalum, Hvalba, Verning Thomsen, Sandvík, Niels Pauli Thomsen, Hvalba, Levi Niclasen, Hvalba, Elberg Klettheyggj, Sandvík, Knút Guðjónsson, Klaksvík og Gert Joensen, Tórshavn

Fremst frá vinstru: Jette Paarup, prestur, Marjun Poulsen, Tórshavn, Margith Lisberg, fødd Midjord, Hvalba, Oddvør Mikkelsen, fødd Holm, Danmark og Sælbjørg Niclasen, fødd Holm, Tvøroyri.