Tíðliga í hesum mánaðinum varð súkklukappingin, PostDanmar rundt, hildin í Danmark, og ein av býunum, sum súkklað var ígjøgnum, var Ålborg.
Millum teirra, sum høvdu leitað sær at hyggja at kappingini, var føroyingurin, Jógvan Róin (yngri), sum var á vitjan hjá pápa sínum.
Sum vera man, so ætlaði føroyski unglingin sær eisini at vita, um tað kanska kundi verið gjørligt at hitt onkran av yrkis súkklarunum, og stór var frøin, tá Jógvan fekk eyga á Laurent Jalabert, sum í mong ár hevur verið millum fremstu súkklararnar í heiminum. Millum annað setti hann eisini sín dám á Tour de France í summar, tá hann vann tvær etapur, umframt at hann gjørdist vinnari av prikkutu fjallatroyggjuni.
Sum Jalabert sat og bíðaði eftir at verða innskrivaður, fekk Jógvan orðið á hann, og umframt at fáa ein autograf, slapp føroyingurin eisini at verða avmyndaður saman við hetjuni.