Leygardagin áttanda juli, verðru skipað fyri tiltakinum, Við Brúnna á Oyrarbakka. Og hetta er fjórðu ferð, at skipað verður fyri tiltakinum, sigur heimasíðan hjá Sunda Kommunu.
Fyriskipararnir, sum eru eini 10 áhugafeløg í Sundalagnum, siga annars, at endamálið er at stuðla mentanarligum verkætlanum í økinum.
Men tað verður føroyskur tónleikur, sum verður aftur í hásæti og føroyskir bólkar og einstaklingar fara at syngja og spæla á útipalli frá tíðliga á kvøldi til út á náttina.
Men tað verða eisini ymisk onnur tiltøk á skránni og í næstum verður at frætta meiri um, hvør fer at syngja og spæla, og hvat annað verður av tiltøkum.