Tunnilsdagur, pensjónsaldurin, morðsniglar og køkuuppskriftir. Hetta eru nøkur av evnunum, sum tær fimtan kvinnurnar dúgliga práta um henda týsmorgunin, tá Sosialurin vitjar í kappróðrarneystinum í Vestmanna. Allar blivu tær uppsagdar, tá fiskavirkið í bygdini lat aftur, men ístaðin fyri at sita hendur í favn, avgjørdu tær at møtast tvær ferðir um vikuna til rørslu, prát og hugna.
Dagurin bleiv ov langur
Tað var desember 2011, og eins og á nógvum øðrum arbeiðsplássum var fiskavirkið í Vestmanna prýtt við ymiskum jólaprýði. Arbeiðsfólki fekk tó ikki høvi at njóta jólaliga fiskavirkið, tí fyrstu vikuna í desember 2011 lat virkið aftur og øll starvsfólkini blivu uppsøgd.
- Fyrstu tíðina haldi eg, at øll høvdu okkurt at takast við heima við hús, tá einir tveir mánaðir vóru farnir, byrjaði eg at keða meg og dagarnir gjørdust rættiliga langir, greiðir Maibritt Ingebrigtsen frá. Hon tók tískil stig til, at kvinnuligu fyrrverandi starvsfelagarnir kundu hittast javnan til rørslu og hugna.
- Í februar seinasta ár bjóðaði eg nakrar av teimum damunum, sum eg hevði arbeitt saman við á virkinum, heim til mín til ein drekkamunn, har eg greiddi teimum frá um mítt hugskot. Tær tóku undir við hugskotinum um at møtast í róðrarneystinum beinanvegin, sigur Maibritt.
Rógva og drekka kaffi
Í meir enn eitt ár hava millum 15 og 25 kvinnur hitst hvønn týsdag og hósdag fyrrapart í kappróðrarneystinum í Vestmanna. Her rógva tær á rógvimaskinum, binda, drekka kaffi og eta køku. At hetta er eitt tilboð, sum fyrrverandi starvsfelagarnir eru glaðar fyri, er eingin ivi um.
- Vit eru allar blivnar nógv glaðari, og um so er, at onkur ikki kemur í neystið onkran dag, so sakna vit viðkomandi beinanveg, fortelur Maibritt. Vanliga plaga damurnar at koma í neystið um 9-tíðina, og so hugna tær sær við rógving, binding og einum kaffimunni.
- Her eru tíggju rógvimaskinur, og tær flestu av okkum plaga at byrja við at rógva. Onkur rør í tíggju minuttir, onkur longri, og so eru eisini tær, sum ikki rógva men koma inn her til hugna og prát, sigur Maibritt. Fyri hana er tað av stórum týdningi, at allar kvinnur skulu kunna koma í neystið.
- Tað er ikki soleiðis, at mann skal tíma at rógva fyri at koma her týsdagar og hósdagar. Onkrar av okkum koma í neystið fyri at binda og drekka ein kopp av kaffi, so eg vil siga, at hetta er fyri øll, ið hava tørv á at koma út millum onnur og fáa eitt hugnaligt prát, greiðir Maibritt frá. Henda týsmorgunin, tá Sosialurin vitjar í neystinum, kemur ein maður inn til ein køkubita og ein kaffimunn.
- Menn eru eisini vælkomnir, men sum oftast eru vit bara konufólk. Her í Vestmanna plaga menninir at møtast í undirhúsinum, so tað er nokk tí, at teir ikki koma her, sigur Maibritt.
Binda til nýggja røktarheimið
Tær flestu, sum koma í neystið, fáast bæði við at binda og hekla. Tær binda eitt nú hosur, troyggjur og eisini smærri fýrkantar.
- Vit plaga at binda fýrkantar úr onkrum resttógvi, sum vit hava, og tá vit hava nógvar fýrkantar, verða teir seymaðir saman til eitt stórt teppi, sigur Maibritt Ingebrigtsen. Higartil hava damurnar bundið og seymað eini átta teppir, sum tær ætla at lata til nýggja røktarheimið, sum eftir ætlan skal standa liðugt á Grønanesi í juli í ár. Ímeðan tær sita við stokkunum, verður borðreitt við kaffi og nýbakaðari køku.
- Vit skiftast um at baka onkra køku, og tað hevur víst seg at rigga væl. Her hugsa vit ikki so øgiliga nógv um at vera sunnar, og tá vit eisini rógva, so er pláss fyri einum køkubita, sigur Maibritt og flennur. Hóast summarið nærkast og fólk fer at ferðast og so framvegis, so ætla kvinnurnar ikki at halda frí frá at hittast í neystinum.
- Seinasta summar var undirtøkan góð fyri at møtast í summarmánunum, so eg vænti, at vit eisini fara at koma í neystið hetta summarið, sigur Maibritt og leggur afturat, at tær høvdu sítt egna jólaborðhald í desember.
- Sjálvandi skuldu vit hava jólaborðhald, og tað riggaði stak væl. Vit fingu matin útifrá og høvdu eitt hugnaligt og stuttligt kvøld saman.
Hæddarpunktið á degnum
Marjun Klein Olsen er ein av teimum mongu kvinnunum, sum trúføst kemur í kappróðrarneystið. Henni dámar væl at koma saman við fyrrverandi starvsfeløgunum í bygdini.
- Hetta er fantastiska gott. Tað er ikki soleiðis, at eg gangi og keði meg, men hetta gevur mær nakað at síggja fram til, sigur Marjun. Hon plagar at møta tíðliga, soleiðis at hon bæði fær stundir til at rógva og at sita við stokkum.
- Eg plagi at rógva í eina tíggju minuttir. Eg havi funnið útav tí, at siti eg bara still ein heilan dag, so verði eg illa fyri, greiðir Marjun frá og leggur afturat.
- Vit verða allar so væl tilpassar av at koma saman og práta og skemta. At vit eisini kunnu brúka rógvimaskinurnar, er frálíkt, tí jú minni tú rørir teg í gerandisdegnum, minni orkar tú, sigur Marjun.