Hittast til bál og sang

Veðrið verður gott og tá plagar at verða nógv fólk

 

 

Aftur í ár skipar Tórshavnar býráð fyri tiltaki í Sandagerði á ársins longsta degi. Tiltakið, sum tey nevna sólsummarstøður plagdi at samla nógv fólk, og tað verður tað helst eisini í kvøld, tí veðrið verður gott. á tiltakinum í kvøld fer Súna Mørk, forkvinna í Trivnaðarnevndini í Tórshavnar kommunu, at halda røðu. Eisini verður felagssangur, og skótar skipa fyri báli og bjóða kaffi, kaku og saft.

 

Men býráðið minnir á, at korona gongur og tí heita tey á fólk um at ylgja tilmælunum um handreinføri og frástøðu.