Hittast í aldudalinum

EB/Streymur hevur knívin á barkanum, og eisini hjá AB er alneyðugt at vinna fulla úrtøku

Higartil hevur tað hvørki eydnast AB og EB/Streymi at vinna fulla úrtøku. AB venjarin Oddbjørn Joensen harmast um úrtøkuna, tí hann heldur, at spælið fleiri ferðir hevur verið á góðari leið:

-Tað hevði verið betri, um vit taptu tvær ferðir og so vunnu einaferð. Úrtøkan úr javnleikunum er lítil. Vit hava spælt væl í fleiri dystum, og vit bíða framvegis eftir, at tað skal koppa okkum til fyrimunar, sigur Oddbjørn Joensen.

Argjamenn eru framvegis illa skaðaplágaðir: Teitur Jóannesarson, Jobin Drangastein og Gert Drangastein eru allir so mikið skaðadarvaðir, at teir hava verið uttanfyri í fleiri umfør, og tað er framvegis óvist, nær teir verða tøkir aftur. Hørður M. Mohr og Rói Danielsen er tøkir, eftir at teir higartil í ár hava verið burturstaddir.

 

Tá ið AB í fjórða umfari var við Margáir, endaði tað málleyst. EB/Streymur vitjaði tvær ferðir á Argjum í fjør, og tá endaði tað báðu ferðirnar við javnleiki.

-Tað er klárt, at vit í løtuni eru sperdir. Støðutalvan sigur, at vit eru trý stig aftanfyri AB, og harvið verður munurin seks stig, um vit tapa á Argjum, staðfestir Teitur Joensen, hjálparvenjari hjá EB/Streymi.

Síðani 3-0 tapið á heimavølli ímóti TB fyri viku síðani hevur Marni Djurhuus vant saman við gomlu liðfeløgunum.  29 ára gamli miðverjin var frá á heysti í 2001 og fram til síðsta heyst stuðul á EB/Streyma liðnum. Tað verður tó ikki roknað við, at hann verður á listanum á Argjum seinnapartin.