Studentar hittast
Nú hava teir so tikið seg um reiggj og sett hvørjum øðrum stevnu í Hoydølum komandi leygadag. Á myndini eru næmingarnir í teimum trimum flokkunum, sum vórðu lidnir í 1971. Mong kend andlit, tó at onkur teirra ikki eru at kennast aftur í dag. Teir, sum skipa fyri hugnaløtu og samkomu í Hoydølum í ovurmorgin, vilja fegnir koma við eini seinastu heilsan til floksfelagarnar um at vera við. Ringið til Birgir á 318575 ella til Jan á 311873.