Hittast at gera telduspæl

GAME JAM verður hildin í Tórshavn 31. januar, har hittast fólk innan ymiskar listagreinir fyri at skapa eitt spæl uppá 48 tímar.

Tað er íverksetarahúsið, ið saman við Føroya Tele skipar fyri tiltakinum, har m.o. programørar, tónleikarar, teknarar, 3D listafólk skrivandi fólk o.o. koma saman og gera eitt telduspæl uppá 48 tímar.

Endamálið er at skapa sambond millum fólki í kreativa umhvørvinum í Føroyar og at læra lutakarnar um  menning av telduspæl menning.