Í samstarvi við Pokemon Go (FO) verður skipað fyri einum sokallaðum "Pokemon Meet-Up" í dag mikudagin 21. september.
Til tiltakið verða "lures" koyrd út á trappuni í Vágsbotni og høvið verður at jagstra Pokemons og at hitta aðrar spælarar.
Pokemon Go fór sum ein hvirla yvir heimin, tá spælið varð slept í summar og eisini í Føroyum eru nógv, ið spælið spælið, bæði børn og ung.
Í kvøld fáa tey so høvi at hittast, tá fólkini handan Facebook-bólkin Pokemon Go (FO) saman við Tórshavnar Kommunu og Perluni skipað fyri eini stevnu, einum sonevndum Meet-up.
Í Pokemon Go skulu spælararnir fanga sonevnd Pokemons. Til ber at leggja agn út fyri at lokka fleiri slík Pokemons á eitt ávíst stað og hetta verður gjørt í kvøld. Tá verður ang, ella lures, sum tað verður nevnt, lagt um trappuna í Vágsbotni.
Miðbýurin í Havn ýður annars í áhugaverdum støðum fyri Pokemon Go spælarar. Fleiri Pokestops eru á gongugøtuni, eitt á Skálatrøð og eitt við Dómkirkjuna. Harumframt er eitt Gym við Løgtingið og eitt í Vágsbotni. Onnur Pokestops er eisini nærindis Vágsbotni.
Tiltakið verður í Perluni frá kl 19 til kl 22. Okkurt leskiligt verður til luttakararnar.