Víkingur er á veg suður á Argir. Meistaraliðið tvey tey undanfarnu árini hevur ikki staðið seg væl seinastu tíðina. Síðsta ferðin, at Víkingur vann fulla úrtøku var 12. august, tá ið tað endaði við 2-0 sigri á Skála. Fýra tær seinastu ferðirnar hevur Víkingur verið partur av javnleikum, og tær báðar ferðirnar eftir sigurin á Skála tapti Víkingur.
Víkingur er á fimta plássi, og vónin um at vinna rættin at luttaka í Europa næsta summar er ikki heilt burtur, hóast tað eru sjey stig og verri málmunur fram til fjórða plássið.
Tað er dyggur smeitur, at Sølvi Vatnhamar ikki verður við. Hann er skaddur, og tað er ivasamt, hvussu stóran leiklut hann fer at spæla tað, sum er eftir av hesum árinum. Heðin Hansen er ikki tøkur, og tað er ivasamt, um Andreas Lava Olsen verður við. Hann er skaðadarvaður.
Liðformaðurin Atli Gregersen verður við aftur, eftir at hann var leikbannaður síðsta sunnudag, tá ið tað endaði 1-1 ímóti B36 í Sarpugerði.
Tá ið Víkingur var á Argjum 12. apríl, var heimaliðið leingi á odda. Tá misti AB á stokkinum, tí Víkingur skoraði sigursmálið til 2-1 við brotssparki, tá ið tað restaðu tríggir minuttir.
Síðani summarsteðgin hevur AB bara vunnið fýra stig. Argjamenn eru á tíggjunda plássi. Tað er greitt, at aftasta liðið fer at flyta niður. Um nakar hugsningur skal vera um at sleppa undan niðurflyting, so er fyrsta takið hjá AB at lyfta seg framum 07 Vestur, sum er eitt stig frammanfyri AB.
Bjarki C. Nielsen er skaddur í hondini. Tað er tó møguleiki fyri, at hann verður við ídag. Allir hinir AB spælararnir eru tøkir.