Hitta nógv fólk uppá stutta tíð

Blika er fyritøka, ið fæst við at selja reinførisloysnir og serliga er tað fiskiídnaðurin, ið hevur áhuga, hóast Blika eisini hevur kundar innan onnur yrki

12 ára gamla fyritøkan Blika er før fyri at lata mest sum alt innan reinførisloysnir. Serliga er tað fiskiídnaðurin, ið hevur áhuga. Eisini papírsloysnir útvegar Nlika og flest øll kenna Katrin turkiskipanirnar.
Hetta, og mangt annað hevur fyritøkan at bjóða, og størstu kundarnir eru flakavirkini, men eisini barnagarðarar, skrivstpvur og onnur teljast millum kundarnar hjá Blika. Vørurnar hjá Blika hava allar neyðugar góðkenningar.
Skapa áhuga
Tey 8 starvsfólkini á Blika meta, at stuttligt er at vera við til eitt tiltak, sum Fish Fair, tí hugaligt og stuttligt er at hitta nógv fólk uppá stutta tíð og er heta ein øðrvísi háttur at hitta kundar, enn tá koyrt verður út til kundarnar, sum vanligt er. Eisini er her møguleiki at hitta nýggj andlit.
Og júst tað at skapa áhuga er umráðandi fyri Blika hesaferð. Dentur verður hesaferð ikki beinleiðis lagdur á at selja og at vísa fram ymsar vørur, men heldur er umráðandi at knýta sambond og at vísa á góð tilboð, siga tey á fyritøkuna Blika, sum er fyritøka í støðugari menning og sum á mongum økjum gongur móti eini spennandi og mennandi framtíð.