Tekniskt er løgmansrøðan eitt stórt politiskt framstig. Samanborið við undanfarnar er hendan nógv meira framlítandi: umframt at lýsa gongdina seinasta árið og tað verandi støðuna, verður nógv gjørt burtur úr at greiða frá teimum politisku tiltøkunum, sum landsstýrið ætlar sær at seta í verk. Høvuðsgrundin til hetta man tó helst vera, at landsstýrið so nýliga er skipað, og løgmansrøðan er tí náttúrliga blivin ein útbygging og dagføring av samgonguskjalinum og sum so tann aktuella politiska skráin hjá
landsstýrinum. Tað er eisini ein frálíkur máti at skipa løgmansrøðuna so sum gjørt er, í trimum pørtum, -fyrsti partur við teirri munnligu røðuni sum ein samanfating av høvuðssetningum landsstýrisins, -ein drúgvari annar partur við ein útgreining av støðuni og ætlanunum á teim týdningarmestu málsøkjunum, -og síðst ein løglisti, t.e. eitt yvirlit yvir tey mál, sum landsstýrið ætlar sær at fremja í ávikavist fyrru helvt (aug.-des.1998) og seinnu helvt (jan.-jul.1999) av hesi tingsetu. Løgmansrøðan er á henda hátt sera informativ, greið og eggjandi til politiskt tjak.
Innihaldsliga er løgmansrøðan tó eitt satt vónbrot. Lat okkum taka nøkur høvuðsmál:
Fullveldisætlanin stendur á høvdinum
Tann avgjørdi høvuðssetningurin hjá landsstýrinum er at skipa Føroyar sum ein suverenur statur, sum fullveldi. Og løgmansrøðan greiðir frá hvussu hetta skal gerast:
1) Fyrst taka vit loysing, og tað so beinan vegin ("Beint eftir Ólavsøku verður uppskot lagt fyri løgtingið at skipa Føroyar sum fullveldi.").
2) So fara vit at fáa okkum eina nýggja grundlóg ("Í heyst verður uppskot lagt fyri tingið um grundlógarnevnd"),
3) Og so skulu vit so líðandi (onki mark er sett fyri hesum tíðarskeiði) við dana hjálp royna at skapa allar tær fyrisitingarligu, vinnuligu og búskaparligu fortreytirnar fyri loysingini !!!
Soleiðis ljóðaði eisini í samgonguskjalinum. Men tað var skrivað undir so serligum umstøðum, tá menn vóru strongdir og hálvt í ørviti við hvørt - sum løgmaður segði tá hann umskyldaði atburðin hjá Óla Breckmann. Tí hevur man
ikki rættiliga viljað tikið orðaljóðið í samgonguskjalinum fyri fult. Vónað var at løgmansrøðan fór at seta tingini upp á pláss, men tann vónin varð svikin, tí løgmansrøðan rættar tíverri onki uppá hesa høpisleysu mannagongdina. Líkamikið hvussu man lesur og granskar orðini har, so ber
ikki til at koma til annað úrslit enn at hetta er mannagongdin í fullveldisætlanini hjá landsstýrinum.
Sjálvandi skuldi hetta verið vent á høvdinum: - fyrst at skapa tær neyðugu
fortreytirnar, og so at skipa sjálvstýrið! Tá hevði man eisini lagt upp til at fingið ein stóran og breiðan meiriluta í tinginum við - og fingið stuðul úr øllum fólkinum. Men við síni øvugtu mannagongd leggur samgongan upp til konfrontatión, at tvinga sín vilja ígjøgnum, móti minnilutanum í tinginum, og móti meirilutanum í fólkinum - og tað kann koma at standa teimum dýrt.
Eitt afturhaldsfullveldi?
Afturhaldshógvarnir stungu longu undan í samgonguskjalinum, sum hetta borgarliga sjálvstýrislandsstýrið undirskrivaði fyri skjótt trimum mánaðum síðani. Síðani eru landsstýrismenn og -konan komin við fleiri meldingum íð hella á sama borði. Og nú staðfestir og útgreinar løgmansrøðan, at
landsstýrissamgongan ber eitt Janus-høvur, eitt høvur við tveimum andlitum, har annað rumblar um loysing og suverenitet, meðan hitt brosandi boðar frá víðgongdum stigum á borgarligari afturhaldsleið.
Serliga sjónskt er hetta á almannaøkinum og arbeiðsmarknaðarøkinum.
Brotið um almannamál er drúgt, men við tveimum undantøkum er alt, sum nevnt verður, fráboðanir um tiltøk sum vóru løgd fram av tí undanfarna landsstýrinum, men sum duttu burtur tá valið varð útskrivað. Og hvørjar eru so tær tvær politisku nýggjheitirnar á almannaøkinum?
Tann eina er ætlanin um arbeiðstvingsil fyri arbeiðsleys - eitt gamalt fólkafloksuppskot sum Olaf Olsen kom við fyri nøkrum árum síðani. Eitt uppskot sum ger seg inn á sjálvsvirðingina hjá arbeiðsleysum og samfelagsliga umdømi teirra, eitt uppskot sum gongur út frá, at arbeiðsleys eru slík sum støðugt mugu vera undir koyrli, tí annars kunnu tey ikki finna útav at klára seg. Eitt uppskot sum fakfólk mæla frá, tí tað ikki tænir nøkrum positivum endamáli.
Hin nýggjheitin er ætlanin um eitthvørt slag av privatari pensiónstrygging
- eitt heldur nýggjari fólkafloksuppskot, sum Óli Breckmann vartaði upp við
síðsta vetur og bleiv eitt høvuðsmál í valskránni hjá Fólkaflokkinum.
Hettar uppskotið gongur beint ímóti teirri solidarisku, teirri samhaldsføstu hugsjónini, sum er hornasteinurin í øllum okkara sosialu skipanum. Hettar uppskotið hevur støði í tí borgarliga idealinum, at hvør skal sæta sær, hvør skal tryggja seg sjálvan. Mótvegis teirri solidarisku hugsanini, har vit í samábyrgd fyri hvørjum øðrum veita øllum trygd og
vælferð, uttan mun til ójavnar í umstøðum, evnum og førleika.
Ikki er tað so langt síðani at valstríðið leikaði á, ikki hava vit gloymt hvussu allir flokkar, ikki minst Tjóðveldis- og Sjálvstýrisflokkurin, lovaðu at gjøgnumføra munandi hækkingar av pensiónunum - er tann privata fólkatryggingin alt íð eftir er av hesum lyftum?
Tað er tó at fegnast um, at møguleiki verður at viðgera hesar og allar aðrar spurningar á almannaøkinum, tí løgmansrøðan boðar frá, at "tilmæli til føroyskan almannapolitikk verður eftir ætlan lagt fyri løgtingið til
aðalorðaskiftis".
Eisini á einum øðrum øki miðjar landsstýri eftir at fáa sett eina tvingsilsskipan í verk. Tað er á arbeiðsmarknaðinum. Um hetta týdningarmikla økið hevur løgmansrøðan bert nøkur fá orð, og tey snúgva seg øll um hetta eina, at fáa ein arbeiðsrætt settan á stovn - hóast fakfeløgini hesaferð eins og í øðrum førum hava gjørt púra greitt, at tey undir ongum umstøðum vilja geva seg undir slíka tvingsilsskipan.
Reallønin fellur í stórum
At enda í hesi viðmerking kann nevnast ein merkiliga onkisigandi partur íløgmansrøðuni. Tað snýr seg enntá um eitt tað týdningarmesta málsøkið, nevnliga fíggjar- og búskaparmál. Har er ongin analysa, ongi politisk sjónarmið, ongar niðurstøður, har er bert ein uppremsing av tølum, tikin úr hagtalsyvirlitinum í fylgjuskjølunum, sum onkursvegna skulu vísa hvussu strúkandi tað gongst í løtuni. Í tí sambandi kundi verið uppá sítt pláss at víst á nakað, sum løgmansrøðan ikki nevnir, men sum er dokumenterað í hagtalsfylgjuskjølunum: at vøksturin í prístalinum er munandi størri enn vøksturin í lønunum - t.v.s. at reallønin fellur í stórum. Búskaparráðið vísti í síni ársfrágreiðing á, at síðani 1990 er tann tøka reala lønin fallin 20% - t.v.s. at her eru bæði prístalsvøksturin og skattalækkingarnar íroknaðar. Nógv halda óivað at við teirri stóru framgongdini seinastu tvey árini eru vit í ferð við at taka hetta innaftur. Veruleikin er ein annar.
Reallønin dragnar uppaftur meira. Taka vit bert seinasta árið, t.v.s. frá 1. juli 1997 til 1. juli 1998, so vaks tímalønin við 1%. Taka vit virðið av tí nýggja eftirlønargrunninum uppí, so vaks lønin 1,9%. Men í sama tíðarskeiði vaks prístalið 5,2%. T.v.s. bert í hesum tíðarskeiði fall reallønin við 3-4%. Hetta er vert at hava í huga tá vit tosa um hvussu væl tað gongur í løtuni. Hjá verkafólkinum kemur minni burturúr.
Vestmanna, 3. juli 1998