Livandi legendan úr Uriah Heep, Ken Hensley, fer at spæla heimshittini, sum hann hevur skrivað, á Summar Festivalinum 2004. Hvør kennir ikki sangir sum »Easy Livin«, »Lady in Black«, »July Morning«, »Stealin«, »The Wizard« og aðrar, sum gjørdu bretska rockbólkin »Uriah Heep« til eitt heimsnavn. Nú spælir Ken Hensley við sínum egna bólki, og hann hevur verið nógv úti og spælt seinastu tíðina. Millum annað í Norðurlondum, í Russlandi og í Bretlandi.
Hóast Uriah Heep hevur spælt tvær ferðir í Føroyum, so var Ken Hensley, sum øll meta sum stóra mannin í bólkinum, ongan-tíð við. Men nú verður møguleikin at hoyra legenduna spæla live í Føroyum.
Ken Hensley er føddur í London 24. august 1945. Hann byrjaði at spæla gittar sum 12 ára gamal, og fyrstu ferð, hann spældi alment, var sum 15 ára gamal í 1960. Í 1965 stovnaði hann bólkin The Gods, og har spældi eisini kendi gittaristurin Mick Taylor úr »The Rolling Stones«. Ken Hensley skrivaði mesta av sangunum, sang og spældi Hammond. Orøskin til, at hann fór at spæla Hammond var, at Mick Taylor dugdi sera væl at spæla gittar. Tá visti eingin av, at hann fór at fáa sera stóran ávirkan á rocktónleikin júst sum orgulspælari.
Í 1970 varð navnið Uriah Heep fyrstu ferð brúkt. Nú spældi Hensley saman við øðrum tónleikarum, og hann var av álvara farin at gera góðar sangir.
Uriah Heep gjørdist eitt av stóru nøvnunum í 1970'unum. Tann gamla manningin við Hensley, Byron, Box, Kerslake og Thain hevði rættiligan vind í seglunum, og Uriah Heep verður í dag mett sum ein tann størsti bólkurin í bretskum rocktónleiki.
Ken Hensley var 10 ár uppi í Uriah Heep og hesi árini góvu teir 13 plátur út. Samstundis gav Hensley eisini tvær soloplátur út.
Manningin í bólkinum skifti nakað, basspælarin Gary Thain doyði, og kemiin í bólkinum var ikki tann sama. Í 1980 fór eisini Ken Hensley burtur úr, og hann fór at spæla í øðrum samanhangum, hann gav nýggja plátu út og spældi nógv í USA, men so valdi hann at taka seg aftur frá tónleiki.
Í 90'unum vóru tíðirnar broyttar, og Hensley leitaði aftur til sínar tónleikaligu røtur. Í 1994 kom ein nýggj pláta hjá honum við gomlum upptøkum, og í 1999 kom enn meira ferð á. Hann fór í studio aftur og gav eina nýggja fløgu út.
Síðani hevur hann spælt alsamt meira á konsertum, og nú leitar hann sær eisini til Føroya.
Ken Hensley býr í Spania, men ferðast nógv kring heimin við sínum egna bólki.
??????
Stór nøvn á palli í Klaksvík
Nýggjur tónleikafestivalur verður í Klaksvík í døgunum frá 13. til 15. august. Tiltøk verða uttandura og í KÍ-høllini. Stóra konsertin verður á Vágsbø mitt í býnum leygardagin. Tá fara stór føroysk og útlendsk nøvn at spæla. Úr útlandinum kemur eitt nú Ken Hensley við sínum egna bólki, men eisini føroysk nøvn sum Frændur og Týr verða at hoyra.









