Fótbóltskjak
So hvørt sum alnetið er vorðið ein slt størri partur av gerandisdegnum hjá okkum, hava felagsskapir av ymsum slag gjørt alsamt størri nýtslu av hesum, í royndunum at kunna um tað virksemi, sum hesir standa fyri.
Føroysku fótbóltsfeløgini hava einki undantak verið í so máta. Heimasíður av bæði almennum og óalmennum slag hava stungið seg upp, og hjá viðhaldsfólkunum man tað so hvørt hava verið ein partur av degnum, at logga seg inn á www.hb.fo, www.nsi.fo ella aðrar heimasíður, har upplýsingar um júst teirra felag hevur verið at síggja.
Kjakið
Á fleiri av hesum síðum hevur ein partur av tilfarinum verið sonevnd kjakforum, har viðhaldsfólk - og eisini mótstøðufólk - hava givið sítt íkast til kjak um ymisk evni.
Hesi hava fevnt um at kalla øll viðurskifti í feløgunum. Onkur hevur tosað um leiðsluhátt, onnur um samanseting av liðnum, og meðan su mmi hava borið rós, hava onnur verið atfinningarsom.
Tó at hesi kjakforum uttan iva hava verið millum mest vitjaðu partarnar í hesum síðum, so eru flestu teirra nú stongd, og orsøkin tykist vera hin sama alla staðni. Tað eru ov nógv av teimum vitjandi, sum als ikki kenna sær hógv, og verður talan tí ofta um beinleiðis útspillingar av fólki, har hin skrivandi ikki so mikið sum setir eina e-mail adressu sum avsendara, og tíansheldur nakað kristið navn.
Ein av teimum fótbóltssíðum, sum hevur verið mest vitjað í so máta, og sum uttan iva kann skýrast mest vitjaði føroyska fótbóltssíðan, er tann hjá HB. Har hevur kjakið í langa tíð verið ein av føstu tættunum, men nú hava tey so eisini gjørt av at avtaka hetta fyribils.
Vit hava spurt Marna Mortensen, sum er webmaster á heimasíðuni, og boðini frá honum eru eisini, at talan ov ofta gjørdist um útspillingar á síðuni.
- Hetta var tó ikki einasti trupulleikin, sum vit høvdu við kjakinum, og hetta merkir ikki, at kjakið ongan tíð aftur gerst ein partur av síðuni, sigur hann.
- Vit hava alla tíðina hildið, at kjakið eigur at vera ein náttúrligur partur av heimasíðuni, men í okkara føri hevur tekniski leisturin í kjakinum verið eitt sindur óheppin.
- Kjakforumið er soleiðis bygt upp, at tá eitt evnið verður upprættað, ber til hjá teimum vitjandi at gera viðmerkingar til hetta. Allar hesar viðmerkingar verða ketaðar saman, soleiðis at til ber at fylgja kjakinum. Trupulleikin við hesum er, at vit fáa ikki strikað eina einstaka viðmerking, uttan at alt evnið - ella tráðurin ? samstundis verður strikað. Hetta ger, at eitt annars gott og konstruktivt kjak verður strikað, bara tí ein einstakur viðmerkjari kemur við onkrari grovari útspilling, sum vit ikki vilja hava á síðuni.
- Í løtuni arbeiða vit so at finna eina loysn á hesum, og ætlanin er so avgjørt, at kjakið eisini verður ein møguleiki á síðuni í framtíðini. Sjálvandi verður framvegis neyðugt við sensuri, og vit vilja framvegis ikki hava útspillingar standandi á síðuni, men hinvegin haldi eg kjakið eisini hevur borið somikið nógv positivt við sær, at tað avgjørt skal vera til staðar, sigur altso webmastarin á www.hb.fo at enda.










