Í føroyska loysingarævintýrinum verður vanligi føroyingurin gjørdur til kappingarføran superman og neyðugu orkuna fáa vit frá klovningsorkuni (fissiónsenergi) tá Føroyar og Danmark loysa frá hvørjum øðrum. Eins og Orakklið í Delfi á sinni segði seg at umboða tær hægru maktirnar, so hava okkara alltráu ella rabiatu loysingarumboð tikið patent uppá hvat Føroya fólk skal meina. Orakkulvisiónin hjá teimum er loysing her og nú, kosta hvat í kosta vil. Einki við stigvíst at finna útav um og hvussu tingini hanga saman uttanfyri ríkisfelagsskapin.
Frelsandi orakkulvisiónir eru tó ikki fyri okkum ókend fyribrigdi. Hvør kennir ikki »kommunistiska manufestið«, sum skuldi frelsa allan heimin frá kapitalismuni, ella Týskland í trýatiárunum tá eitt »one man show« førdi seg fram. Har heldur enn hjá okkum treyt ikki við serfrøðingum og skrivaraborðs metingum, men hesar serfrøðingametingar høvdu ongar royndir í praksis. Eru vit í prinsippinum ikki í ferð við at gera sama mistak, við at lata í praksis óroyndar serfrøðingametingar vera avgerandi fyri einum møguligum »prøv lykken« loysingarævintýri? Ein sokallaður søguligur møguleiki við »arbeit macht frei« motto.
Hesi yvirhugaðu loysingarumboð við teirra áhaldandi dæmagogisku framferð loyva ikki okkara demokratisku siðvenju at spæla við. Tað er tó ikki ólíkt tí vit kenna frá fundamentalistum, her umboðandi eitt slag av provinsiellari konservatismu, sum hevur sett sær fyri at fremja »abbasa« nationalromantiska dreym í verki. Nútíðar rák við ajourførdum semveldishugsjónum hevur ongan áhuga, sjálvt um tað finnast fyrimyndarlig samveldir, sum USA og Týskland v.fl. hvørs íbúgvar ikki tróta frælsi ella tjóðskapar stoltleika. Men ynskja vit heldur at liva sum kubanarar, so er vælskiljandi hví okkara »gomlu« kommunistar heilhjartað taka undir við ævintýrloysingini, um tað er Kubafrælsi vit veruliga ynskja?
Hvat vil henda ævintýrkenda loysingarrørsla við Føroyum framyvir? Tey hava higartil ikki megnað at umsita sína egnu ávís, men eru bert at finna í okkara frílyntu samveldisbløðum, har tey ósmæðin føra seg fram uppá besta geyksungamanér. Nationalromantikkur niðursjóðaður í provinsiella konservatismu er ikki tað, vit føroyingar hava brúk fyri í dag. Tað romantiseraða bygda-/ bóndafelagið er farið. At røkja bjørgini og skorarnar er tó framvegis fyri djarvar menn - ikki sum vinnuvegur, men sum viðmentað frítíðarítriv og tað skulu nógvir veðrar til, bara fyri at gjalda skrivaraborðið hjá okkara fíggjarmálaráðharra tíansheldur alla Albert Hall!
Mangt broytist á mansins ævi sæst best av okkara 200 ára gamla fuglakvæði hjá Nólsoyar-Pálli hvørs persónsmyndir í fuglahami, sum upprunaliga ímyndaðu umboð fyri donsku yvirvøldina her, nú mest ímynda okkum sjálvi við landsins kosnu umboðum á odda: Kjógvin við sítt klipta vel/ hugsar við sjálvum sær:/ »Vertin á hvat annar fær!/ eg skal nøra at mær«. Í dag skal hvør føroyingur gjalda næstan 20 ferðir so nógv fyri ein løgtingslim, sum hvør danskari skal gjalda fyri ein fólkatingslim, og ongantíð áður hevur eitt føroyskt valt stýri mergsogið danska statskassan so nógv, sum verandi loysingarstýri ger nú. Henda alltráa loysingarrørslan hevur sanniliga gjørt sær dælt í sínum dúnklædda samveldisfíggjaða geyksungareiðri, so tað er vælskiljandi, at tey ynskja eina fólkaatkvøðu nú, meðan tey enn kunnu prýða seg við lántum fraðrum í fjálga geyksungareiðrinum, heldur enn at bíða til tann fjaðursári loysingarhamurin vísur seg.
Um vit ynskja at liv aupp til vanliga demokratiska siðvenju, er neyðugt at kanna møguleikan fyri eini nútímansgerð av ríkisfelagsskapinum ella samveldinum og samanbera tað við eina realistiska loysingarætlan, so møguleiki er fyri at samanbera fyrimunir og vansar, áðrenn endalig støða verður tikin. Vit samveldishugaðu hava eitt 600 ára gamalt samveldiskjølfesti at vísa á, og sum hevur verið við til at menna Føroyar til eitt nútímans samfelag við stoltum traditiónum, sum vit hava ráð og umstøður til at lívga um og njóta gott av. Loysingarrørslan hinvegin hevur bert síni romantisku lyftir um, at tá ið loysingin kemur, klára vit føroyingar alt. Lat okkum fyrst síggja hvør hugur og dugur er í »monnum«, tí longu nú stendur tað einum og hvørjum føroyingi frítt fyri at virka og arbeiða, sum hann vil bæði her heima, í Grønlandi og í Danmark, og í stóran mun í EU, takkað verið ríkisfelagsskapinum. Orakkulvisiónir, profetiir ella serfrøðingaútsagnir eru bert orð, so leingi tey ikki eru roynd í praksis, har mett kann vera um burðardygdina og tær praktisku fylgirnar.
Ríkisfelagsskapurin og blokkstuðulin eru hvør sítt. Samanber smáu útoyggjarnar í Føroyum, sum hava tørv á »blokkstuðuli« frá restini av Føroyum, tí tær klára ikki sjálvstøðugt at framleiða nógmikið til nútíðar krøv. Áhugavert kundi verið at minkað um henda »útoyggja blokkstuðul« og kannað um kreativiteturin, arbeiðssemið, oyggjastoltleikin og fólkatalið vaks á hesum útoyggjum í takt við at stuðulin minkaði. Sambært føroyska loysingarævintýrið skal tað ganga soleiðis, tí neyð lærir nakna kvinnu at spinna, siga tey!
Atferðin hjá loysingarrørsluni higartil er mest átøk geksungalótum í orakkulhami. Vanligi føroyingurin veit hvat hann hevur, og vil vita hvat hann fær. Tað er tí lítið sannlíkt, at vanligi føroyingurin velur loysing í leysari luft. Gott nokk eru vit føroyingar naivir viðhvørt, men vit eru ikki býttir.
Regn Eikhólm