Heilsuverkið
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í gjár byrjaði ein vikulang verkætlan, ið skal varpa ljós á heilsurøktaran í Føroyum og knýta samband millum teir 300 heilsurøktararnar í landinum og borgaran.
Høvuðsendamálið við verkætlanini er at fáa samband við fólk og greiða frá hvat ein heilsurøktari er, og hvat hann ger. Í gjár byrjaði verkætlanin millum annað við eini sjónvarpslýsing.
Verkætlanin varir í eina heila viku, og endar fríggjadagin 29. mai við umfatandi tiltøkum, sum verða samstundis í SMS í Havn, í miðbýnum á Tvøroyri og í Klaksvík.
Á hesum tiltøkum verður fokus sett á heilsu, og bjóða tey fólki ein svalligan vatnsopa, frukt og at máta blóðtrýstið.
- Eftir át og mát fara vit til verka undir heitinum »Hitt ein heilsurøktara«. Vit geva fólki faldarar og okkum sjálvum góðar stundir at práta um okkara yrki, sigur Almanna- og heilsurøktarafelagið.