Hitler skuldi bannlýsast

Loynilig skjøl hjá Vatikaninum í Rom avdúka nú, at táverandi italski einaræðisharrin, Benito Mussolini, bað pávan lýsa týska leiðaran, Adold Hitler, í bann í 1938.

Tað er italski søgufrøðingurin Emma Fattorini, sum hevur fingið atgongd til skjølini hjá Vatikaninum, men hon dugir ikki at siga, um pávin umhugsaði at gera eftir áheitanini frá Mussolini. Emma Fattorini sigur við BBC, at Mussolini varð í øðini, tá Hitler hersetti Eysturríki í 1938, men hon heldur, at áheitanin kann eisini hava verið ein roynd hjá Mussolini at vita, um kirkjan vildi gera eftir boðum hansara.

Emma Fattorini heldur tað vera serliga áhugavert, at Mussolini sendi pávanum áheitanina, beint áðrenn Hitler kom til Rom at skriva undir samstarvssáttmálan millum Italia og Týskland. Hon heldur, at Mussolini kann hava gjørt eina roynd at styrkja sína egnu støðu og at gera Hitler veikari.