Eitt gøtunavn hevur elvt til mikið stríð í tí lítla fiskivinnubýnum Megavissey í Cornwall har suðuri í Onglandi.
Gøtan eitur "Cliff Park", men á manna munni verður hon dagliga kallað "Hitler-gøtan". Hon hevur navn eftir einum tænastumanni, sum fólk í Megavisey plagdu at samanbera við týska nazistaleiðaran Adolf Hitler. Tað skal tó sigast, at gøtan fekk navnið longu í tríatiárunum, og tá kundu fólk í Megavissey ikki vita, hvat Hitler seinni fór at finna uppá.
Fyri fjúrtan døgum síðani samtykti kommunan, at gøtan skal ikki eita "Cliff Park" longur, men "Hitler-gøtan", og tað hevur fingið øði í fleiri. Tí er kommunustýrið kallað saman at viðgera málið. Tey, sum eru ímóti navninum, siga, at tey fara at skræða navnaskeltið niður, samtykkir kommunustýrið at varðveita Hitler-navnið.