Hitler fingið postkort

Starvsfólkini á høvuðsposthúsinum í Berlin vildu illa trúgva sínum eygum, tá tey nú um dagarnar fingu eit 60 ára gamalt postkort saman við hinum postinum úr útlondum.

Tað sermerkta við postkortinum var ikki bara aldurin, men eisini at postkortið var stílað til "To Fuehrer Adolf Hitler, Reichstag, German Parliamant, Berlin, Germany". Tað stóð ikki, hvør hevur sent kortið. men tað er greitt, at tað er sent úr Onglandi í 1945.

Tann almenna viðmerkingin hjá týska postverkinum er, at postkortið var so nógv seinkað, tí adressan hjá móttakaranum var skeiv. Sendarin átti at brúka adressuna "German Bundestag, 11011 Berlin", sigur týska postverkið.

Hinvegin vil týska postverkið ikki upplýsa, hvat stendur í kortinum til Adolf Hitler.