Tað eru nógvir føroyingar, sum vitja í Spania og Portugal hesa ársins tíð. Soleiðis er ivaleyst eisini í ár, men ert tú ein teirra, sum er ávegis til eitt av hesum londum seinni í vikuni, so ræður um at ansa sær.
Tí veðurforsøgnir siga, at hitin seinni í vikuni í Suðurspania og í pørtum av Portugal kann enda uppi á heili 47 stigum.
Her fyri var hitin í Portugal uppi á 45 stigum. Tað elvdi til fleiri skógareldar og fleiri fólk lótu lív.
Hendan hitabylgjan kann elva til, at hitametið hjá báðum londunum á ávikavist 47,2 og 47.4 stig verður brotið. Hóast tað einamest er inni í londunum báðum, at hitin fer upp á tað ekstrema, so kunnu býir við strendurnar vænta sær upp í í øllum førum 40 hitastig.