Seinast veðurforsøgnin hjá donsku veðurstovuni DMI vísir, at hitin næstu dagarnar liggur støðugt um 10 stig, tó at tað verður kaldari um næturnar.
Leygardag:
Vindurin veksur til stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr landsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Mest skíggjað, men í heila tikið turt. Hitin um dagin 10 stig, um náttina umleið 8 stig.
Sunnudag:
Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skíggjað og í støðum regn. Hitin alt døgnið um 10 stig.
Mánadag:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Seinni snarar hann í ein sunnan og minkar um vindin. Yvirskýggjað og í løtum regn. Hitin um dagin 10 stig, um náttina millum 6 og 9 stig.

Hitin um 10 stig

